Víkingur vann VFF Cup

Víkingur vann 2-0 á NSÍ í finaluni

Savnsmynd

Víkingur er vinnari av VFF Cup 2024.

 

Í finaluni á Tórsvølli vann Víkingur 2-0 á NSÍ. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0.

 

Poul Kallsberg legði Víking á odda tá 57 minuttir vóru leiktir, og tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini økti Finnur Justinussen (myndin) til 2-0.

 

Sambært hagtølunum hevði Víkingur seks royndir innanfyri málrammurnar, meðan NSÍ bert hevði eina. Samlaða talið av málroyndum vístu 13-4 til Víking.

 

Víkingur-NSÍ 2-0 (0-0) - Finala í VFF Cup

 

1-0 Poul Kallsberg (57.)

 

2-0 Finnur Justinussen (85.)

 

-----------------------------

 

B36-Skála 3-0 - dystur um triðja plássið í VFF Cup (eingi hagtøl eru tøk)

 

-----------------------------

 

HB-B68 1-1 (0-1) - HB vann brotssparkskappingina 5-4 - dystur um fimta plássið

 

0-1 William Klein (24.)

 

1-1 Mohammed Samba (70.)

 

-----------------------------

 

 

 

07 Vestur-ÍF 2-1 (0-0) - dystur um 7. plássið í VFF Cup

 

1-0 Emil Pedersen (47.)

 

2-0 Kevin Egell Johnsen (73.)

 

2-1 Uros Stojanov (86.)

 

----------------------------

 

AB-FC Suðuroy 3-3 (2-0) - dystur um 9. plássið í VFF Cup

 

Marley Blair, Teitur Olsen og Bartal Petersen skutu málini hjá AB. Salmundur Bech skoraði triðja málið hjá FC Suðuroy. 

 

Keldur: dystir.fo og FaroeSoccer

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Savnsmynd