Vikublaðið Fregnir manglar tilfar

   

Seinasta vikublaðið ?Fregnir? sigur meg hava úttalað mína støðu um Helenu Dam á Neystabø og Javnaðarflokkin. Greinskrivarar eru Ó. J. Rólantsson og Høgni Mohr. Ó. J. Rólantsson havi eg ongantíð tosað við ? veit ikki, hvør maðurin er. Høgna Mohr havi eg einaferð tosað við. Tað var beint fyri jól og snúði seg um karamellur og ikki Helenu Dam á Neystabø.