Føroyska summarið kann verða óvanliga sjarmerandi – samstundis sum tað er ótrúliga irriterandi. Vit tosa næstan bara um tímar, har vit fáa hitastig, sum veruliga geva okkum summar av rætta slagnum, og regntímarnir munnu verða eins nógvir í tali sum sóltímarnir hesa ársins tíð.
Men føroyska summarið hevur eisini sjarmu, sum tað ikki ber til at finna allastaðni. Longu, ljósu næturnar kunnu verða framúr. Treisknið hjá fólki, sum bara vilja hugna sær og vilja hava summar, er eisini hugtakandi. Og so hava vit tey herligu føroysku gildini – alt frá ólavsøku, tónleikatiltøkum til traditionellu summarstevnurnar – har tað verður sjón fyri søgn, at føroyska gestablidnið er meira enn bert eitt eiti.
Nú summarið av álvara er yvir okkum, fer Vikuskifti her í Sosialinum í summarfrí. Seinastu 40 vikurnar hava vit bjóðað tykkum eitt serligt vikuskiftisblað í Sosialinum fríggjadagar. Í Vikuskifti hava verið samrøður við øll hugsandi fólk, góð ráð um mangt og hvat, søgur um fólk til arbeiðis, bakgrundsgreinar um alt frá keypssentrum og Grand Prix til stjórnarskipan og búskap umframt alt annað, sum hevur verið meira ella minni fastur partur av Vikuskifti.
Vikuskifti fer nú at hvíla seg tríggjar mánaðir, og ætlanin er, at Vikuskifti – dagført og frískt – verður aftur í Sosialinum í september. Hesa tíðina bjóðar Sosialurin í staðin eitt annað vikuskiftsblað, sum vit kalla Summar. Vit høvdu eisini Summar í Sosialinum í fjør, og nú verður tátturin tikin uppaftur. Fyrsta Summar-blaðið verður í Sosialinum komandi fríggjadag, og Summar verður fastur partur av fríggjadagsútgávuni komandi vikurnar.
Vit, sum hava skrivað greinar, samrøður, klummur, reportasjur, kronikkir og annað til tykkum í Vikuskifti, takk fyri okkum í hesum samanhangi og ynskja tykkum øll eitt gott summar – líkamikið um tað verður av tí serføryska slagnum herheima, ella um tað verður av tí heitara slagnum uttan fyri landoddarnar.
(brúka nakrar forsíður av Vikuskifti sum illustratión!)