Fiskivinnupolitikkur og EU
Herfyri vitjaði bretski fiskimálaráðharrin Ben Bradshaw í Føroyum. Hann sigur í samrøðu við Sosialin, at tað varð Tony Blair sjálvur, sum heitti á seg um at fara til Føroya at læra nakað um fiskivinnuna her. -Okkara formaður hevur heldur ikki gloymt tann stóra týdning, ið arbeiðið, sum føroyingar gjørdi fyri bretar undir krígnum, hevði ? og skuldi eg eisini bera hesa heilsan víðari.
Hóast bretar hava verið við til at skipa og góðtaka fiskivinnupolitikkin hjá EU, so er tað vorðið alt meira sjónligt, at hesin politikkur í dag als ikki livir upp til tørvin hjá fiskivinnuni í Bretlandi. Og tað er so m.a. fyri at kunna ávísa nýggjar og betri leiðir í fiskivinnupolitikkinum, at Blair hevur sent Bradshaw til Føroya.
Sjálvur sigur Ben Bradshaw seg væl skilja, at Føroyar vilja standa uttan fyri EU og eru ímóti fullum limaskapi, nú samfelagið er so bundið at eini vinnu og at limaskapur hevði ført til trupulleikar fyri Føroyar út frá felags fiskivinnupolitikkinum, sum sigur, at øll lond skulu sleppa at fiska frítt hjá hvørjum øðrum.
-Men eg vóni, at framtíðar fiskvinnupolitikkkurin í EU vónandi fer at verða endurskoðaður, soleiðis at Føroyar eina ferð í framtíðini, sjálvandi treytað av um Føroyar ynskja tað og tá hava lættari at taka hesa avgerð, kunnu fara upp í EU.
-Men við síni støðu í EU er Bretland tá yvirhøvur ført fyri at broyta fiskivinnupolitikkin soleiðis, at Føroyar kunnu gerast limur?
-Eg haldi, at har er ein møguleiki. Og tað er hetta vit royna at fáa framt. Vit royna at fáa hini londini við til at gera fiskivinnupolitikkin meira liðiligan og í størri mun lata lokaløkini standa fyri honum. Eg vóni, at tað fer at eydnast okkum.
Ben Bradshaw viðgongur, at hetta er ein stór avbjóðing men hann heldur hon er av alstórum týdningi.
-Tað er nevniliga ein sannroynd í dag, at fiskivinnupolitikkurin hjá EU ikki hevur verið væleydnaður. Tað meina fleiri EU lond og eisini EU nevndin sjálv. Tað, sum eg havi lært á vitjanini í Føroyum kann vónandi hjálpa mær at reformera bretskan politikk og tað kann so eins væl vera við til eisini skunda undir ynskini at reformera og endurskoða allan EU fiskivinnupolitikkin.
-Men hvat kunnu lítlu Føroyar læra tí stóra Bretland um fiskivinnu?
-Oftani kunnu smærri pláss læra størri pláss nógv. Tit hava megnað at byggja upp ein góðan fiskiídnað, hóast tykkara umstøður eru øðrvísi enn tær í Bretlandi, men eg haldi kortini, at vit kunnu læra nógv av tykkum.
Tit hava góðan vilja og eru eitt raskt fólk. Tit eru sera blíð og vinarlig. Kunnu politikarar, fiskiídnaður og politi karnir í Bretland i arbeiða meira saman, so trúgvi eg eisini, at vit kunnu fáa eina meira lønsama og burðardygga fiskivinnu enn vit hava í dag. Og har trúgvi eg nettupp vit hava nógv at læra av tykkum.