Jean-Claude Juncker, formaðurin í ES-nevndini, hevur í dag boðað frá, at ES-ráðið hevur lagt eitt uppskot fyri ES-tingið, ið hevur til endamál at avtaka summar- og vetrartíð. Um uppskotið verður samtykt, verður tað sett í gildi í 2019.
Í Føroyum varð summartíðin innførd við løgtingslóg í 1980, men hevur spurningurin javnan verið frammi, um skipanin ikki skal avtakast aftur. Seinast í fjør, tá Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, setti ein fyrispurning til Aksel V. Johannesen, løgmann, um evnið.
Í svarinum til tingkvinnuna vísti løgmaður tá á, at skipanin í Føroyum var heft av henni í Evropa.
- Skipanin er heft av, hvørja skipan londini í Evropa velja at hava. Reglur um summartíð í øllum Evropa eru ásettar sentralt við direktivi frá Evropa-Parlamentinum og Ráðnum, skrivaði løgmaður.
Men um so er, at ES broytir skipanina, so fara føroyingar at endurskoða hana eisini, upplýsir løgmaður fyri in.fo.
- Um ES fer at broyta skipanina, so er tað nakað, ið vit fara at hyggja eftir av nýggjum, sigur løgmaður og leggur afturat, at ein av grundgevingunum fyri ikki at endurskoða skipanina í fjør var, at man ynskti at fylgja tíðini í restina av Evropa.
- Um vit broyttu tíðina, meðan danir ikki gjørdu tað, so kundu vit enda í einari støðu, har tveir tímar vóru á muni til restina av Norðurlondum. Tað passar øgiliga illa við arbeiðstíð, telefontíð og øðrum, tá samskift verður millum lond, sigur løgmaður.