Vil hava at vita um avgerðin hjá løgmanni er lóglig

Løgtingsmaður heldur, at lógargrundarlagið er óvist og tí vil hann hava løgmann at greiða frá, hvaðani hann hevur heimildina frá

Nú ein dagin kunngjørdi løgmaður, at hann, Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa í Danmark og Muté B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, hava skrivað undir ein sáttmála um eitt samstarvsráð. Samstarvsráðið skal serliga arbeiða í sambandi við uttanríkismál, trygdarmál og verjupolitikk, har endamálið er, at partarnir í ríkinum skulu samstarva meiri.

 

Hetta er eitt nýtt samstarvsráð, sum er stovnað, tí tey siga, at tað er tørvur á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis.

 

Men nú vil Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hava at vita um hetta yvirhøvur er lógligt. Tí hevur hann nú sent løgmanni ein spurning, har hann biðjur hann greiða frá, hvaðani hann hevur heimildina frá at stovna eitt slíkt samstarvsráð.

 

Í hesum sambandi spyr hann løgmann um úrslitið av hesum verður, at viðurskifti, ið eftir røttum eiga at verða viðgjørd í Løgtinginum, bara verða viðgjørd í samstarvsráðnum ístaðin. Hann vil eisini hava greiði á, akkurát hvørji mál, sum skulu viðgerast í hesum nýggja ráðnum.

 

Bjarni Kárason Petersen vísir á, at eftir stýrisskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.  Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við uttanlandsevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar sum hava stóran týdning fyri viðurskiftini ímillumFøroyar og Danmark.