Vil hava at vita um løgmaður vil virka fyri eini Hvalbiar-loysn

Tað almenna hevur eina sjálvsagda skyldu til at fara undir at gera betri berghol til hvalbiar beinanvegin næsta ár, heldur Hergeir Nielsen

Løgmaður er leiðarin í samgonguni, men vil hann virka fyri eini heildarlosyn fyri Hvalba.
Tað vil Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, nú hava at vita og tí hevur hann nú sett Jóannesi Eidesgaard, løgmanni, ein skrivligan fyri spurning í Løgtinginum um viðurskiftini í Hvalba.
Og tá ið Hergeir Nielsen nevnir eina heildarloysn fyri Hvalba, vil hann hava at vita um løgmaður bæði vil virka fyri ætlaða eftirskúlanum í Hvalba og um hann vil virka fyri einum betri bergholi.
Hergeir Nielsen ásannar, at Hvalba er av virknastu bygdum í landinum, men har er stígur við at koma í, tí bygdin fær ikki virka og hon fær als ikki ment seg, fyrr enn ferðasambandið er batnað.
Í Hvalba eru tríggir trolarar og trolvirki. Harafturat er farið undir toskaaling, og nú eru eisini fyrireikingarnar til eftirskúlan komnar undir land, sigur hann.
- Men tíverri er ikki framkomandi við framkomnum flutningstólum, tí bergholið er skjótt hálvthundrað ára gamalt og lýkur á ongan hátt tíðarinnar krøv.
Hann sigur, at verður kostnaður og nytta roknað út, verður úrslitið, at almennu Føroyar hava eina sjálvsagda skyldu at fara undir bergholið til Hvalbiar longu fyrst í komandi ári, tá borað er ígjøgnum millum Øravík og Hov.
- Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aftur eftir fáum árum, tí tá verður munandi lættari at flyta vørur ímillum, bæði fisk í sambandi við toskaalingina og flakavirkið, men eisini vørur í sambandi við trolararnar og trolvirkið, sigur Hergeir Nielsen
Á skúlaøkinum heldur Hergeir Nielsen, at eitt betri tunnilssamband, hevði eisini gjørt  lestrarumhvørvið munandi betri og bæði næmingar og lærarar á eftirskúlanum høvdu fingið heilt aðrar møguleikar.
- Familjulívið, ítrótturin, frítíðin, ja, snøgt sagt allur trivnaður kemur tá í annað ljós, sigur Hergeir Nielsen.