Vil hava danir at byggja nýtt fongsul í Føroyum

Nú skulu embætisfólk úr Føroyum og úr Danmark hittast at umrøða spurningin

Skulu umstøðurnar í Føroyum verða á sama stig, sum í danska fongsulsverkinum, er neyðugt við einum nýggjum fongsli í Føroyum.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at tað var greiði boðskapurin frá honum á fundi við Nick Hækkerup, løgmálaráðharra í Danmark.

Hann sigur, at mstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali eru ikki nøktandi. Mjørkadalur er nevniliga hvørki bygdur til varðhald ella til fongsul, og hóast ábøtur eru gjørdar, seta eru umstøðurnar óneyðugar avmarkandi fyri tey, sum sita dómin har.

Bárður á Steig Nielsen vísti eisini á, at tað er avgerandi neyðugt at skipa umstøðurnar soleiðis, at varðhald er fyri seg, og fongsul fyri seg soleiðis at tey, sum sita í varðhaldi, og tey, sum sitai fongsli, eru hvør sær. Tey, sum sita í varðhaldi, er t.d. tey, sum eru tikin, tí tey eru undir illgruna fyri ymisk brotsverk, so fyri at tey ikki skulu ávirka uppkláringararbeiði, verða tey sett í varðhald.

Tað er somuleiðis neyðugt at taka stig til, at tey, ið fáa dóm at sita longur enn eitt ár, kunnu sita revsingina í Føroyum

Løgmaður sigur, at danski løgmálaráðharrin ásannaði, at tað er neyðugt at kanna nærri, hvussu bøtast skal um fongsulsumstøðurnar í Føroyum. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin samdust eisini um, at føroysk og donsk embætisfólk skulu umrøða og lýsa málið nærri, soleiðis at politisk semja kann fáast um, hvussu málið skal loysast.