Vil hava okkum at velja røttu síðu

FÆRRI VANLUKKUR Ferð er størsti dreparin í ferðsluni og nú fer Ráðið Fyri Ferðslutrygd undir eitt miðvíst átaka fyri at fáa okkum at taka fótin av spidaranum

- Vel røttu síðuna!
Við hesum herrópinum fer Ráðið Fyri Ferðslutrygd nú undir eitt miðsvíst átak, fyri at fáa okkum at koyra spakuligari.
Og tá ið Ráðið Fyri Ferðslutrygd vil hava okkum at velja røttu síðuna, hugsa tey um, at vit skulu velja røttu síðuna av 80 talinum á kilometurvísaranum í bilinum.
Átakið byrjar mánadagin og heldur fram í tvær vikur við lýsingum í loftmiðlum og bløðum og aðrastaðni.

Størsti dreparin
Vit hava spurt Brynhild Høgnadóttir, stjóra í Ráðnum Fyri ferðslutrygd, hví tey halda, at tað er neyðugt við einum tiltaki, sum hesum.
- Ferðin er størsti dreparin í ferðsluni. Tað er prógvað, at tað er beinleiðis samband ímillum ferð og talið á deyðum og skaddum í ferðluni, sigur hon
- Skjótari tú koyrir, størri er vandin fyri vanlukku, og tess álvarsligari eru vanlukkurnar. Brynhild Høgnadóttir staðfestir, at hildu allir bilførarar hámarksferðina, hendu munandi færri vanlukkur.
Tað verður ofta sagt, at størsti vandabólkurin í ferðsluni, eru ungir dreingir, sum akkurát hava fingið koyrikort.
Men hetta er ikki so.
- Veruleikin er, at størsti vandabólkurin í ferðsluni eru miðal hampa fólk og tískil vendir átakið sær serliga ímóti teimum, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
- Við hesum átakinum venda vit okkum til øll tey mongu vanligu fólkini, sum vilja koyra ábyrgdarfult - og halda seg gera tað.
- Hugburðurin hjá teimum er ofta, at tað hevur onki upp á seg at koyra einar 10-20 kilometrar skjótari enn loyvt er, tí tað er so lítið, at tað følist vandamikið.
- Hinvegin vísa kanningar, at í 30% av øllum deyðsvanlukkum, koyrdi bilførarin bara eitt sindur skjótari enn hámarksferðina og í 20% av vanlukkunum, var ferðin alt ov høg.
- Samstundis vísa kanningar, at upplýsing rínur ikki við tey, sum hava lyndi til at koyra alt ov skjótt.
- Tað rínur heldur ikki við tey, at tey fáa bót ella klipp í kortið. Tað einasta, tey eru bangin fyri, er, at mistak koyrikortið, og kanska enntá starvið.

Vita ikki betri
Men Brynhild Høgnadóttir sigur, at eisini bilførarar, sum halda seg vísa ábyrgd í ferðsluni, koyra ov skjótt av og á.
Allaroftast gongur tað fínt og sjálvi halda tey ikki, at tað er serliga vandamikið at koyra eitt sindur ov skjótt.
- Orsøkin til tað kann vera, at tey rætt og slætt vita ikki, hvussu vandamikið tað er at koyra bara eitt lítið sindur ov skjótt.
- Tey halda eisini, at tey kunnu saktans koyra ov skjótt, tí tað gera øll hini eisini og so hevur tað heldur ikki serliga stórar avleiðingar.
Tað er eisini ein sannroynd, at fjølmiðlar umrøða bara tey, sum koyra heilt vitleyst og so kann tað ikki verða so vandamikið at koyra 90.
- Eftir øllum at døma er tað góðtikið í samfelagnum at koyra eitt sindur ov skjótt, staðfestir stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
- Og tað er hendan hugburðin, tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd vilja broyta.
- Tað skal ikki vera góðtikið ímillum manna at koyra ov skjótt, leggur hon dent á. Tað skal vera líka illa dámt sum at koyra við kenning.
- Vit vilja hava fólk at hugsa um, at koyra tey ov skjótt, seta tey bæði seg sjálvan, og onnur, í órímiliga stóran vanda. Og hvør einstakur bilførari hevur altso sjálvur ábyrgdina av, hvussu skjótt teir koyra.
- Tað ber ikki til at kasta ábyrgdina frá sær og koyra ov skjótt, bara tí at hini gera tað eisini, sigur Brynhild Høgnadóttir.
Vil hava vakmyndatól
við føroysku vegirnar

Ráðið Fyri ferðslutrygd heldur, vit eiga at seta vakmyndatól upp við føroysku vegirnar fyri at máta, hvussu skjótt bilar koyra.
Tað sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri á stovninum.
Hon sigur, at í øðrum londum, har tey hava sjálvvirkandi ferðeftirlit við vakmyndatólum, er talið á vanlukkum fallið heilt munandi.
Talan er um vakmyndatól, sum taka mynd av bilum, sum koyra ov skjótt og máta ferðina.
Hetta er eitt tiltak, sum Ráðið fyri ferðslutrygd mælir til, eisini verður sett í verk í Føroyum.
Men hon viðgongur, at hetta er dýrt og tað kann vera ein orsøk til, at onki er gjørt við hetta her á landi.
Hinvegin heldur hon, at tað hevði verið ynskiligt at slíkar skipanir verða settar upp á úrvaldum vegateinum, eitt nú á Kaldbaksvegnum og Inni Millum fjarða, har bilar ofta koyra skjótt.
- Kaldbaksvegurin er eitt sera vandamikið vegastrekki, tí har eru nógvar vanlukkur hendar.
- Og verður alt sett í ein samanhang, er tað ein spurningur, hvussu dýr ein skipan við sjálvvirkandi ferðeftirlitið er, tí kann tað forða fyri eini vanlukku, er nógv vunnið, heldur Brynhild Høgnadóttir.

Onki ímóti
Hóast nýggja Gallup kanningin hjá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd vísir, at tey meiri enn triðingar av okkum koyra ov skjótt, vísir kanningin eisini, at tey allarflestu av okkum hava onki ímóti, at at eftirlitið við ferðsluni verður nógv strangari.
Kanningin vísir, at næstan 70% av okkum taka undir við, at vakmyndatól verða sett upp við vegirnar, sum kunnu halda eftirlit við ferðini.
Tað eru mest kvinnurnar, sum eru samdar við Ráðnum fyri Ferðslutrygd um hetta. Heili 75% av kvinnunum taka nevniliga undir við sjálvvirkandi ferðkanningum, men tað gera 63% av mannfólkunum eisini.
1,5 minutt
Nógvir bilførarar eru til reiðar at seta lívið í óneyðugan stóran vága fyri at kunna koyra 1,5 minutt skjótari ímillum Havnina og Klaksvík.
Tað má vera niðurstøðan eftir at hava sæð nýggjastu Gallup kanningina hjá Ráðnum Fyri ferðslutrygd.
Sum tað sæst aðrastaðni her á síðunum, eru tað heilt nógvir bilførarar, sum dagliga koyra 90 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80.
Hetta gera teir, hóast tað er ein sannroynd, at skuldi ein vanlukka hent, ímeðan tú koyrir 90, er vandin fyri at doyggja munandi nógv størri enn hann er við at koyra 80 km/t, ella bara 10 km/t spakuligari.
Men hvussu stórur er so vinningurin við at bróta lógina og trýsta eitt lítið sindur á spidaran, so at tú koyrir 90 ístaðin fyri 80%?
Veruleikin er, at koyrir tú 90 kilometrar um tíman, vinnur tú bara fimm sekund fyri hvønn kilometur tú koyrir.
Koyrir tú ímillum ímillum Havnina og Klaksvík við 90 kilometur um tíman, ert tú sostatt bara 1,5 minutt skjótari frammi, enn tú hevði verið við at koyra 80.
Vandin veksur munandi

Á talvuni sæst, hvussu nógv vandin fyri at doyggja í eini ferðsluvanlukkum veksur, so hvørt sum ferðin økist. Talvan vísir, at koyrir tú 40 km/t og koyrir á eitt fólk, sum er til gongu, eru sannlíkindi fyri, at tað liggur eftiri á, eini 30%. Men koyrir tú 60, er vandi fyri at tað doyr heili 90%.
Sama mynstrið ger seg galdandi, tá ið bilar stoyta saman.
Koyrir tú 60 kilometrar um tíman og koyrir inn í síðuna á einum øðrum bili, er eini 30% møguleiki fyri, at tú doyrt í vanlukkuni. Men koyrir tú 80, er vandin heili 90% og koyrir tú 90 km/t er at kalla ongin møguleiki at sleppa frá tí við lívinum.
Sama støðan er, tá ið tveir bilar renna saman ímóti hvørjum øðrum. Koyrir tú 80 eru sannlíkindi fyri at sleppa livandi frá tí, eini 30%, men veksur tú ferðina bara 10 km/t, upp í 90 km/t, eru sannlíkindi fyri, at tú liggur eftiri á, eini 70%, og koyrir tú beint omanfyri 100 kilometrar um tíman, er at kalla ógjørligt at sleppa livandi frá tí.
LES EISINI: 66% av okkum koyra ov skjótt
LES EISINI: Føroyingar um ferð.