Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, eiga politikarar at taka ætlanina um at gera rennistrong ímillum Viðoy og Svínoy, upp aftur.
Tað heldur Óli á Geilini, fyrrverandi avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni í Svínoy.
Tað eru fleiri ár síðani, at Landsverk luftaði tankan um at gera ein rennistrong ímillum Viðoy í Svínoy fyri at bøta um ferðasambandi. Ein áhugabólkur í Svínoy tók málið upp, og ein av teimum var Óli á Geilini.
Nú eru eini trý ár síðani nakar, at kalla hevur tikið hetta upp á tunguna, men Óli á Geilini heldur, at ætlanin eigur at verða tikin fram aftur, tí hann heldur, at í roynd og veru er hetta einasti máti at geva svínoyingum eitt tíðarhóskandi ferðasamband.
Tosað hevur eisini verið um undirsjóvartunnil, men hann er rættiliga veruleikaffjarður, tí hann kostar ein hálva milliard.
Hinvegin kann ein rennistrongur gerast fyri 200 milliónir og tað heldur hann, at politikarar eiga at taka við.
Tosað hevur eisini verið um at gera eina nýggja Havn yviri í Havn, sum er kyrrupláss, men so verður neyðugt við einum 2.000 metra longum tunli yvir til Svínoyar.
Tað er ein ætlan, sum kostar 300 - 360 milliónir krónur.
Óli á Geilini sigur, at tosað hevur verið um eina havn Yviri í Havn í eini 40 ár, og nú heldur hann at tíðin er farin frá eini slíkari ætlan, tí tøkniligu frambrotini hava verið so stór síðani.
Í hesum sambandi hevur hann gjørt vart við, at nú peningur er settur av til at fyrireika ein Suðuroyatunnil, eigur peningur eisini at verða settur av til at gera rennistrong til Svínoyar.
Við einum rennistrongi ímillum Viðoy og Svínoy, hevði tað tikið einar 10 minuttir at komið ímillum, so í roynd og veru hevði tað borið til at sloppið ímillum fleiri ferðir um tíman -allan sólarkringin.
Ein rennistrongur sum hesin, tolir rættiliga nógvan vind, tí hann kann fara yvir um gjørðin, hóast vindmegin er 22 metrar um sekundið í miðal, men tá eru tað harðari í hvirlunum.
Sostatt hevði ein rennistrongur givið svínoyingum eitt rættiliga gott og regluligt ferðasamband alt árið.
– Í roynd og veru er ein rennistrongur tað nærmasta, vit koma einum føstum sambandi - uttan at hava undirsjóvartunnil, sigur Óli á Geilini. Og hann heldur, at í dag er hetta tann frægasta loysnin, tí ein undirsjóvartunnil liggur áratíggjur frammi í tíðini.
Myndina hevur Maud Charlotta á Geilini, tikið