Vil hava stuðul frá føroyingum

Hálendski tíðindamaðurin, sum mánadagin varð handtikin, tá hann kom í land í Havn, vil hava føroysk tíðindafólk at stuðla tíðindafólkunum, ið ikki sleooa av Ocean Warrior

? Tað er ein vanæran, at løgreglan sýtir objektivum tíðindafólkum at koma í land frá Ocean Warrior fyri at bera tykkara síðu av søguni um grindadráp. Hetta eiga føroysk tíðindafólk at leggja sær í geyma, segði hálendski tíðindamaðurin, Eric Mooen, tá hann kom í land í Havn mánakvøldið.

Eric Moen sigur, at orsøkin til, at hann saman við øðrum fjølmiðlafólkum er komin við Ocean Wartrior til Føroya er, at hann vil skriva objektivt um herferðina hjá Watson.

? Eg eri við í bátinum fyri at tryggja, at mannigin verður viðfarin rætt av føroysku myndugleikunum, sigur hann.

Hálendski tíðindamaðurin sigur seg einki hava ímóti føroysku tíðindafólkunum. Hann sigur seg vera vísan í, at tey eru eins dugnalig, sum tey umborð á Ocean Warrior. Men kortini leggur hann dent á, at rætti mátin at bera tíðindi um herferðina, er at hava tíðindi frá báðum síðum, og ikki bert frá føroysku síðuni.

? Tit kunnu sammeta okkum tíðindafólk, sum ST eygleiðarar, ið skulu halda eyga við, um alt fer rætt fram. Tað sama eiga tit at gera, vísir Eric Mooen á.

Tá Sosialurin beint eftir døgurða í gjár hevði samband við løgregluna, vildi hon ikki siga, um Eric Mooe var latin leysur ella hann framvegis sat í varðhaldinum.