Hvusus er veruliga støðan hjá støkum uppihaldarum í Føroyum. Tað vil Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava at vita.
Hann vísir á, at í seinastuni hevur nógv kjak verið um fíggjarligu støðuna hjá støkum uppihaldarum. Nog tøl eru nevnd um, hvussu ring støðan er, men enn hevur eingin lagt veruligu tølini á borðið, sigur tingmaðurin.
Tí hevur hann nú biðið Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, leggja eitt fullfíggjað yvirlit fyri løgtingið fyri, hvussu nógv stakir uppihaldarir í veruleikanum hava til lívsins uppihald.
Øll vilja, at fólkið skal hava sømilig kor, men fyri at kunna taka støðu til møguligar broytingar, er neyðugt at fáa tey veruligu tølini á borðið, sigur hann. Tí skal landsstýrismaðurin nú útgreina, hvussu nógv ein stakur uppihaldari í Havn við tveimum børnum fær í forsorg um mánaðin, og, hvussu nógv av tí verður rinda í kommuniskatti, kirkjuskatti, landsskatti í Als, barnsburðargrunn og kanska øðrum gjøldum við.
Í hesum sambandi skal landsstýrismaðurin eisini útgreina, hvussu nógv tað kostar í ansing og hvussu er við fríplássum á dagstovnum.
Landsstýrismaðurin skal eisini úgreina, hvussu stóran barnafrádrátt í landsskatti og kommunuskattinum ein stakur uppihaldari í Havn fær, og, hvussu stór barnaískoytið og barnagjøldini eru.
- Er hesin sami staki upphaldarin løntakari, hvussu nógv hevur hann so eftir, tá ið inntøkan er 12,500 krónur um mánaðin, 16,666 krónur um mánaðin, 20,833 krónur um mánaðin og 25,000 krónur um mánaðin. Mánaðarlønirnar kunnu tykjast eitt sindur løgnar, men tað er tí at tær geva eina runda ársløn. Bjarni Djurholm sigur, at hann setir spurningarnar, tí tað verður ofta ført fram, at landið ger ov lítið fyri at stakir uppihaldarar kunnu byggja sína tilveru á haldgott grundarlag.
- Flestu eru samd um, at landsstýrið og Løgtingið eiga at tryggja veikastu inntøkubólkunum so munagóðar umstøður sum gjørligt. Men nógv tøl verða nevnd, og ofta verða tey tikin úr heildini og gea sostatt ikki eina sanna mynd av støðuni. - Av somu orsøk er kjakið í stóran mun farið av leið, sigur Bjarni Djurholm. |