Øll framtíðar oljuleiting vestan fyri Bretland hongur í einum klønum tráð, um Greenpeace fær viðhald í søk síni, sum verður til viðgerðar í High Court í London í dag.
Fær Greenpeace viðhald kann hetta hava við sær, at øll loyvini, sum vórðu latin oljufeløgum í 17. umfari á bretskum øki, fyribils verða tikin aftur og ógildað.
Rætturin í London skal taka støðu til, um Greenpeace kann fáa loyvi til at fara víðari í rættarskipanini við sínum máli, sum snýr seg um at kanna, um bretska stjórnin, tá hon býtti út nýggjar teigar at leita eftir olju og gassi í, ikki hevur fylgt einum EU-direktivi, tí sokallaða ?Habitat-direktivinum?, sum hevur nakað við umhvørvi at gera.
Sambart blaðnum Press & Journal, so ber oljuídnaðurin ótta fyri, at Greenpeace fær viðhald og harvið sleppur víðari við málinum. Tað vil so hava við sær, at øll oljuleiting, sum er tengd at loyvunum í 17. umfari, verður steðga í eitt ávíst tíðarskeið, møguliga í upp til tvey ár.
Alwyn Whitehead, leiðari fyri ?Atlantic Frontier Environmental Network?, sum stendur fyri umhvørviskanningum vestan fyri Hetand sigur við skotska blaðið, at fær Greenpeace viðhald, so kann hetta koma at merkja eina munandi seinking í leitingini eftir olju og gass vestan fyri Hetland.
Hetta kann eisini fáa avleiðingar fyri bretska oljuídnaðin, sum hevur sett sínar vónir til., at hetta nýggja økið skal verða álitið í næstu øld. Hildið verður, at ein slík seinking, sum talan kann blíva um, kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri Aberdeen.
Grundgevingarnar hjá Greenpeace fyri at steðga 17. útbjóðingarumfarinum eru, at tað ikki tekur hædd fyri EU-krøvum til verju av djúphavsumhvørvi eitt nú korallum á djúpum vatni, sum lítil vitan er um í dag.
Umleið 32 oljufeløg í 19 samtøkum fingu tillutað blokkar í 17. umfari. Statoil fekk teir flestu av hesum blokkum.
Jeremy Cresswell, blaðmaður á Press & Journal skrivar at enda í grein síni, at verður 17. umfarið steðgað nú, so kann hetta gera, at oljufeløgini fara at hava minni hug til at leita í teimum blokkum tey hava fingið tillutað áður. Eisini kann hetta fáa ávirkan á ætlaðu leitingina við Føroyar.
Árni Olafsson sigur við Sosialin, at EU-direktiv sum hetta her verður víst til, eru ikki galdandi fyri føroyskt øki. Tí átti tað ikki at havt nakra ávirkan á leiting í føroyskum øki.