Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi landsstýriskvinna í innlendismálum, stúrir nú fyri, at ætlanin at nýskipa kommunala økið og at leggja kommunur saman, er farið fyri bakka. Og tað harmar hana almikið, tí hetta er eitt mál, hon hevur lagt rættiliga stóra arbeiðsorku í hetta seinasta hálvtannað árið.
Uppskot klárt at leggja fyri Løgtingið um at leggja landið í níggju kommunur tann 1. januar í 2013 og at leggja eldraøkið undir kommunurnar at verða umsitið.
Men nú samgongan er slitnað ivast hon í, hvussu verður við hesum málinum.
Tað, sum fær hana at ivast, er, nú verður mest tosað um at gera langtíðaravtalur um eina nýskipan á kommunala økinum.
Men tað sær út til, at Fólkaflokkurin skal útihýsast frá hesi langtíðaravtalu, tí tað, sum hevur verið frammi, er, at tað er Tjóðveldi, sum skal gera hesa semjuna saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sum eru eftir í samgonguni.
Kommunumálið hevur elvt til so stóra ósemju, at Annika Olsen er rættiliga sannførd um, at tað fer ikki at bera til at gera eina langtíðar politiska semju millum BEC um kommunumálið og tí heldur hon at tað krevst, at aðrir flokkar eru við í semjuni.
Men hon er eisini rættiliga sannførd um, at tað skal avgreiðast nú, annars dettur tað heilt burtur.
Og stendur tað til hana, verður eisini Fólkaflokkurin tikin við í hetta arbeiðið, so at eisini hann kann taka undir við málinum fyri at fáa tað samtykt.
Hon sigur, at hon hevur brúkt so nógva orku upp á hetta málið, at hon vil fegin fylgja tí heilt á mál.
Tað skal ikki stranda upp á vilja frá mær at fáa tað samtykt. Hon sigur, at hon kann ikki tosa fyri allan flokkin, men sjálv dugir hon ikki at síggja, hví Fólkaflokkurin ikki skal vera partur í hesum.
-Tað var ikki hetta málið, sum gjørdi, at samgongan slitnaði, leggur hon afturat
Men tað veldst sjálvandi um, hvussu semjan sær út og sjálv kann hon saktans atkvøða fyri málinum, sum tað liggur nú.
Men hon leggur dent á, at kommunusamanleggingin skal hava eitt innihald.
- Verða kommunurnar lagt saman, uttan at samstundis at leggja málsøki undir kommunurnar, er tað at svíkja kommunurnar, sigur Annika Olsen.
- Tað er ongin nýskipan í sær sjálvum bara at klamsa kommunurnar saman, uttan at geva tí eitt innihald, við tí eina endamálið at hava okkurt at pynta seg við í einum valstríði.