Sambært CNN arbeiðir Norðurkorea við einari ætlan um at senda 25.000 til 30.000 herfólk aftrat at hjálpa Russland á markinum til Ukraina.
Amerikanska sjónvarpsrásin sigur seg hava tíðindini frá ukrainskum embætisfólkum.
Norðurkoreansku herfólkini, sum ætlandi skulu sendast avstað, koma aftrat teimum umleið 11.000, sum Norðurkorea áður hevur sent til Russlands.
Sambært skjølum, sum CNN hevur sæð, eru stórir møguleikar fyri, at herfólkini verða send í bardaga móti ukrainskum herfólkum.
Søgur hava gingið um, at russar hava verið í Norðurkorea, har teir hava havt venjingar við norðurkoreanum.