Vil ikki fara frá

Forsætisráðharrin í Malaysia, Abdullah Ahmad Badawi, hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær, hóast stjórn hansara fekk eitt vánaligt úrslit á tjóðartingsvalinum, sum var leygardagin. Stjórnin hevur framvegis ein lítlan meiriluta í tinginum aftan fyri seg, men hon fekk munandi minni undirtøku enn væntað. Andstøðan heldur, at stjórnin eigur at fara frá, tí tað vánaliga úrslitið má tulkast sum eitt misálit á stjórnina, heldur andstøðan. Andstøðan kann harafturímóti fegnast um valið, tí hon hevur nú tríggjar ferðir so nógvar tingmenn sum undan valinum leygardagin.