Enn er heilt óvist um Landskassin fer at lata endurgjald fyri skaðar, sum brimgarðar, og onnur verkløg, fingu í herviliga briminum, sum var um vikuskiftið um mánaðarskiftið februar og mars.
Tað er niðurstøðan, nú Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur svarað einum spurningi frá Sirið Stenberg, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
Serliga fingu brimgarðar í Hvalba, í Porkeri og í Skopun stórar skaðar, men skaðar hendi eisini aðrastaðni.
Havnarløgini eru í nógvar mátar partur av tilverugrundarlagnum um landið, men hetta er ein serlig støða, sum kommunurnar ikki hava havt møguleika at leggja upp fyri, helt tilkvinnan.
Jørgen Niclasen vísir á, at kommunurnar hava ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum, men kortini eru dømi um, at landskassin hevur borið part av útreiðslunum at umvæla grótkøst, sum hava fingið skaða í ódnarveðri.
Í sambandi við skaðarnar í Skálavík og Hvalba í 2008, lat landskassin ávikavist 400.000 krónur og 900.000 krónur í endurgjaldi, og tað var umleið 10 prosent av
umvælingarkostnaðinum.
Jørgen Niclasen staðfestir, at í onkrum førum er enntá talan um so stórar skaðar í ódnini fyrr í mánaðinum, at kommunur, sum eru raktar eru kanska ov smáar fíggjarligar eindir til einsamallar at bera kostnaðin av at endurbøta skaðarnar.
– Samband hevur verið millum Fíggjarmálaráðið og Kommunufelagið um hesi viðurskifti, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at ein møguleiki, sum varð umrøddur, var at gera ein vanlukkugrunn, sum skal rinda fyri skaðar sum hesar. Men hann vísir á, at uttan mun til hvør loysnin verður, er tað greitt, at fleiri spurningar mugu viðgerðast.
– Her eru avbjóðingar, men enn er ov tíðliga at gera endaliga niðurstøðu, sigur Jørgen Niclasen.