Vil ikki tvinga kommunur at leggja saman

Men tað fer kanska at vera lættari at leggja kommunur saman

 

Tað skal vera lættari hjá kommunum at leggja saman. Tað heldur Bárður Kass Nielsen, sum í hesum døgum hevur sætið á Løgtingi fyri Sjálvstýri.

 

Hann heldur, at lógin um at leggja kommunur saman er ov stirvin og ódemokratisk. Tað hann sipar til, er, at kommunur kunnu leggja saman, men hava tær fyrst lagt saman, sleppa tær ikki saman aftur. Og í hesum sambandi staðfestir hann samstundis, at tað gongur ómetaliga strilti at fáa kommunur at leggja saman.

 

Tí spurdi hann hendan dagin, Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í innlendismálum, um tað ikki hevði verið hóskandi at broytt lógina, soleiðis at kommunur kundu lagt saman í eini royndartíð, so at kommunur, sum hava lagt saman, eisini kunu fara sundur aftur. Sostatt skal ein kommunusamanlegging ikki vera endalig.

 

Tá ið Kári P. Højgaard var landsstýrismaður í innlendismálum, gjørdi hann eina miseydnaða roynd at leggja kommunur saman. Í hesum sambandi var fólkaatkvøða um samanlegging, men undirtøkan fyri tí var at kalla púra eingin.

 

Vit hava havt útvið 50 kommunur í Føroyum, men síðani hava nakrar kommunur lagt saman, so nú talið komið niður á 29 kommunur. Og Kári P. Højaard heldur, at nógvar kommunur eru alt ov smáar, og hann heldur framvegis, at tað skuldu verið ímillum sjey og níggju kommunur í landinum, fyri at fáa burðardyggar kommunur, sum hann málbar seg. Tí spurdi hann Sirið Stenberg, hví kommunur ikki bara verða lagdar saman við lóg.

 

Sirið Stenberg ásannar, at lógin er stirvin, og at tað kann fáa kommunur at aftra seg við at leggja saman. Tað ber ikki til hjá kommunum, sum hava lagt saman, at fara sundur aftur uttan víðari, tí skulu kommunur, sum hava lagt saman, sleppa sundur aftur, má Løgtingið samtykkja tað.

 

Í hesum valskeiðnum hevur bara ein kommunusamanlegging verið, tað var Húsar Kommuna, sum legði saman við Klaksvíkar Kommunu, sigur Sirið Stenberg. Men hon heldur, at yvirhøvur tænir tvingsil ikki nøkrum endamáli, so hon fer ikki at leggja kommunur saman við lóg.

 

Men hinvegin vísir hon ikki aftur, at lógin á hesum øki verður endurskoðað. Hon er greið yvir, at yvirhøvur er tað Løgtingsins vilji, at kommunur skulu leggja saman, men hon heldur, at hetta er eisini ein spurningur um at virða kommunala sjálvræðið.