Vil krevja bummgjald fyri at koyra til Havnar

GJALDSRINGUR Borgarstjórin í Havn vil hava ein gjaldsring rundan um Havnina

Tað skal ikki longur verða ókeypis at koyra av bygd inn í Havnina.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hann vil nú hava ein gjaldsring rundan um Havnina, so at øll skulu gjalda bummgjald fyri at koyra inn í Havnina.
Hann hevur biðið løgfrøðing meta um málið og ta metingina hevur hann nú fingið.
Sostatt fara vit at taka málið upp til víðari viðgerð í politisku skipanini í Tórshavnar Býráði, sigur hann.

Stirvið
Men tað vísir seg, at hetta kann ikki gerast uttan so, at Løgtingið samtykkir tað.
Heðin Mortensen sigur, at so er bara eitt at gera og tað er at tosa við politikarar í eini roynd at fáa meiriluta á tingi fyri hesum.
Tað, hann allarbest kundi hugsa sær, er, at ferðslulógin verður broytt soleiðis, at kommunurnar fáa størri heimildir á hesum øki.
- Tað vísir seg, at vit fáa ikki so frægt sum skipa parkeringsviðurskiftini innanbýggja Í Havn, sum vit vilja, uttan at spyrja Løgtingið um loyvi og tað haldi eg, er alt ov stirvi, sigur borgarstjórin.
Eitt, hann sipar til í hesum føri, er, at eitt mál, Tórshavnar Býráð hevur arbeitt við, er at seta parkometur upp á ávísum støðum í Havn, so at tað ikki longur skal vera ókeypis at parkera summa staðni.
Men tað ber ikki til uttan at Løgtingið samtykkir tað.

Ómetaliga dýrt
Heðin Mortensen sigur, at orsøkin til, at ein gjaldsringur eigur at verða lagdur rundan um Havnina, er, at tað koma so ómetaliga nógvir bilar til høvuðsstaðin hvønn einasta dag.
Um veturin hava nógvir av teimum píkar.
- Hetta slítir vegirnar í Havnini ómetaliga illa og avleiðingin er, at Tórshavnar Kommuna noyðist at asfaltera somu vegastrekki ár um ár fyri tíggjutals milliónir.
- Øll hendan fremmanda ferðslan til Havnar er ómetaliga dýr, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir samstundis á, at Bussleiðin er ókeypis.
Tað dálkar eisini illa og sostatt er tað óheppið fyri umhvørvið.
- Asfaltdustið, sum píkarnir elva til, er eisini ringt fyri heilsuna, helst hjá smábørnum, sum eru lítil og tískil nærri vegnum enn vaksin.
Tí hugsar borgarstjórin fyri sær, at nøkur stór parkeringspláss verða gjørd í Kollafirði ella í Kaldbak, har bygdarfólk kunnu seta bilin frá sær og síðani koyra ókeypis við bussi til Havnar .
Tey, sum so partú vilja hava bilin við sær til Havnar, skulu so gjalda fyri tað.
Hvussu stórt, gjaldið skal vera, hevur hann onga meting um enn.
Men ein møguleiki er at gera einar tríggjar gjaldsringar, har tað er bíligast at koyra inn um tann ytsta og dýrast at koyra inn um tann innasta, sum skal vera rundan um tað, vit kunnu kalla sjálva Havnina.
Nei takk til fleiri bummgjøld

- Eg haldi ikki, at tað er eitt gott hugskot at áleggja teimum, sum koyra bil, fleiri bummgjøld, ella onnur avgjøld.
Tað heldur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar býráði.
Hon staðfestir, at hugskotið hjá Heðin Mortensen um at leggja ein gjaldsring rundan um Havnina, er als ikki viðgjørt í býráðnum yvirhøvur.
- At leggja ein gjaldsring rundan um Havnina fer at elva til spjaðin og øsing í kommununum rundan um Havnina og tað hava vit onki vunnið við, sigur hon.
Hon er kortini samd við borgarstjóran í, at besta loysnin er, at framtíðar undirsjóvartunlar verða almennar verkætlanir, sum verða fíggjaðir umvegis skattin.
Og hon heldur eisini, at tað er ein spurningur um at raðfesta íløgurnar fyri at fáa ráð til at gera teir.
Marin Katriba Frýdal heldur, at eru bilar við píkadekkum ein trupulleiki, er bummgjaldið ikki besti mátin at loysa tann trupulleikan.
- So eiga vit heldur at banna píkunum, sigur hon.

Fleiri bummgjøld fyri at koyra til Havnar

Tað er ongin loysn at krevja bummgjald fyri at koyra ígjøgnum Kaldbakstunnilin ella Norðskálatunnilin.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Hann skilir ikki rættiliga, hví borgarstjórin í Klaksvík krevur um, at skal skulu teir halda fram at rinda fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eftir at teir eru útgoldnir, skal bummgjald eisini krevjast fyri at koyra ígjøgnum Kaldbakstunnilin, Norðskálatunlinum.
Hetta tvíhelt hon um á kjakfundi í Klaksvík mikukvøldið.
Borgarstjórin í Havn sigur, at hetta fer bara at raka klaksvíkingar, eysturoyingar, vágafólk og norðstreymoyingar harðast.
- Skal tað verða, koma klaksvíkingar at rinda bummgjald tríggjar ella fýra ferðir, áðrenn tey eru komin til Havnar.
- Men er tað hetta, Gunvá við Keldu vil, skal eg ikki leggja henni forðingar í vegin, sigur Heðin Mortensen.
Hinvegin heldur hann, at tað einasta rætta er, at undirsjóvartunlar verða fíggjaðir umvegis skattin.
Hann heldur eisini upp á, at tað kann gerast, uttan at hækka skattin.
- Tað er ein spurningur um at raðfesta. Politikarar kunnu taka ta støðu, at næstu 10 árini verða allar íløgur í vegir og tunlar brúktir til undirsjóvartunlar, so er komið rættiliga væl áleiðis.