Vil sleppa undan stríðsvali

Á tíðindafundi í gjáramorgunin boðaði Kári P. Højgaard eitt sindur óvæntað frá, at hann hevði gjørt av at leggja frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

Eftir átta ár sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum boðaði Kári P. Højgaard frá, at hann nú leggur frá sær.Fráboðanin kemur eitt sindur óvæntað, sum Kári P. Højgaard hevur sínar grundgevingar.
- Tað kemst av tí, at eg longu aftan á valið í 2008 boðaði frá, at eg undir ongum umstøðum kom at sita sum formaður longur enn til eg gjørdist 60, og tað vil siga hetta valskeiðið. Tann ætlanin stóð eisini við og tað merkir, at eg í seinasta lagi fór frá sum formaður á landsfundinum 2011, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at tá nú eitt annað valevnhi er til formanssessin, er tað fullkomiliga burturvið at hava eitt stríðsval í flokkinum.
- Val stendur fyri durum, og tað hevur gingið væl í flokkinum. Seinasta veljarakanning gav okkum eisini tvey umboð, so eg kenni, at eg gevist á toppinum, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin í dag er væl koyrandi, og harvið er væl fyri at fara inn í eitt valstríð og kanska enntá fáa triðja umboðið valt á Ting, júst við einum formansskifti.

Vaksa við uppgávuni
Hann heldur ikki, at timingin er vánalig og sær einki galið í, at laggt var upp til stríðsval, áðrenn hann tók seg aftur sum formann.
- Eg haldi kanska tvørtur ímóti. Eg haldi nettup, at tá tað kom fram í útvarpinum fyrradagin, at lagt var upp til stríðsval, kendi eg tað tað var eitt gott høvi at boða frá, at eg taki meg aftur. Eg helt ikki, at tað fór at koma fram, og ætlaði at boða frá hesum á landsfundinum. Men eg haldi tað vera gott at hava greiðar linjur, og avgerðin er tikin fyri langari tíð síðani, sigur Kári P. Højgaard.
Hann vísir á, at hann er næstelsti floksformaðurin, og alt her á fold hevr sína tíð.
- So eg haldi tað vera púra náttúrligt at finna hurðina, meðan man enn kann gera tað sjálvur, og flokkurin fer ikki verri. Vit hava ein væl kvalifiseraðan mann at taka yvir, og eg fari framhaldandi at taka lut í politikki og kann hjálpa til, so tala verður ikki um ta stóru broytingina, sigur Kári P. Højgaard.
Fráfarandi formaðurin hevur ingi fyrivarni við at lata stýrisvølin í hendurnar á Kára á Rógvi – heldur ikki tá tað kemur til samskiftið – ella rættari vantandi samskiftið – við miðlarnar.
- Vit eru sjálvandi hvør sín persónur, einki ivamál um tað. Eg eri kanska meira útat vendur, meðan hann er tann, sum fakliga er nógv betri fyri, so saman hava vit koyrt ótrúliga væl. Og serliga við øllum tí, sum leikar á í dag er nyðugt, at hava ein skikkaðan persón at standa á odda fyri flokkinum, sigu Kári P. Højgaard.
Hann væntar ikki, at tvørliga samskiftið við fjølmiðlarnar fer at skaða flokkin frameftir.
- Øll fólk vaksa við uppgávuni, og tað rokni eg eisini við, at Kári á Rógvi ger, sigur Kári P. Højgaard, sum altso leggur frá sær sum floksformaður á landsfundi Sjálvstýrisfloksins í oktober.