– Føroyska fakfelagsrørslan er steindeyð.
Tað er staðfestingin hjá Gunnari Hjelm, sum nú vil verða formaður í landsins størsta fakfelag, Starvsmannafelagnum.
Aðalfundur verður í Starvsmannafelagnum 7. mars og tá skulu limirnir eisini gera av, hvør skal vera formaður í felagnum hesi næstu fýra árini.
Og hesa ferð hendir so tað, at Gunnar Hjelm bjóðar verandi formanni, Súna Selfoss, av og á aðalfundinum skulu limirnir í Starvsmannafelagnum sostatt velja ímillum, hvønn av teimum báðum, tey vilja hava til formann hesi næstu fýra árini.
– Eg stilli upp, tí eftir míni uppfatan er føroyska fakfelagsrørslan steindeyð, segði hann, tá ið útvarpsstøðin, FM1, spurdi hann, hví hann stillar upp.
– Vit hoyra einki og vit síggja einki, leggur hann afturat.
Hann heldur, at Føroya størsta fakfelag má hava ein virknari leiklut í samfelagnum og má gera meiri burtur úr at blanda seg upp í samfelagsskjakið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gunnar Hjelm greiða frá, hví hann bjóðar seg fram at verða formaður í Starvsmannafelagnum.