Nú skal greiða fáast á, hvussu hendan fyrsta tíðin við einari nýggjari fiskivinnuskipan, hevur roynst fyri Norðoyggjar.
Tað heldur Óluva Klettskarð, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi. Og tí hevur hon nú biðið Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, finna tølini fram so at tað gongur sjón fyri søgn, hvussu gongdin hevur verið.
Í hesums sambandi vil hon hava greiði á, hvussu inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini hava verið og, hvussu samtakið við JFK, Kósini og Næraberg, er skipað.
Høgni Hoydal skal eisini fáa tøl til vega, sum vísa, hvussu nógv virksemið hjá JFK er skert, nú felagið hevur boðað frá, at tey noyddust at selja Sjúrðarberg, tí umstøðurnar vóru versnaðar so nógv.
Somuleiðis skal hann greiða frá, hvussu stórt virðið er av teimum fiskirættindum, Norðoyggjarnar hava fingið, og, hvussu framtíðarútlitini hjá reiðaranum og fiskimonnum í Norðoyggjum annars eru.
Hon sigur, at nógv er sagt og skrivað um hvørjar avleiðingarnar tann nýggja fiskivinnuskipanin hevur havt, og fer at fáa fyri Norðoyggjar, og tískil vil hon hava røttu tølini á borðið
Eitt nú vísir hon á, at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og tingmaður fyri Sjálvstýri, spáddi at inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu fóru at lækka munandi við hesi nýggju fiskivinnuskipanini.
Men kortini vísa tølini tað øvugta, nevniliga at fyrra hálvár í ár hevur Klaksvíkar Kommuna havt ein vøkstur upp á sløk fýra prosent.
Tað, hon sipar til, er, at fyrstu átta mánaðirnar í fjør, fekk Klaksvíkar Kommuna 124,6 milliónir í inntøkum av skatti, men í sama tíðarskeiði í ár hebur inntøkan verið 129,6 milliónir, ella fimm milliónir hægri.