Vildi koyra prutl í Havn - settur í klivan í Klaksvík

Ein ungur maður kom í hóslag við løgregluna í nátt, tá hann ætlaði at koyra prutl, hóast ávirkaður. Ein annar maður misti koyrikortið í seks mánaðir eftir at hava koyrt 140 kilometrar um tíman millum fjarða.

Í nátt var løgreglan boðsend í Havn, tí ein ungur maður ætlaði sær at koyra prutl. Hann var tó ávirkaður, og fólk ringdu tí eftir løgregluni. Sambært vakthavandi var maðurin lítið samstarvssinnaður, og løgreglan tók tí prutli við sær oman á støðina yviri við Strond.

Men lítið hjálpti. Løtu seinni møttu maðurin á støðini og vildi hava prutlið útflýggjað. Eisini her var maðurin ikki til at hava við at gera, og endin var, at maðurin var koyrdur til Klaksvíkar og settur í klivan at sova rúsin av sær.

 

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á Skálafjarðarvegnum millum Fjarða í gjár. Tveir bilførarar vóru steðgaðir.

Annar var máldur at koyra 140 kilometrar um tíman. Við tað, at hann koyrdi meiri enn 30 kilometrar um tíman yvir hámarksferðinga og at hann játtaði seg sekan, tók løgreglan koyrikortið frá honum á staðnum. Hetta var fyrstu ferð, maðurin misti koyrikortið, og hann verður tí uttan koyrikort í seks mánaðir.

 

Hin bilførarin fekk eitt klipp í kortið. Hann koyrdi yvir 80 kilometrar um tíman, men undir 110.

 

Í Vágunum var ein bilførari steðgaður av løgregluni fyri at hava tosað í hondhildna telefon, meðan han koyrdi. Løgreglan minnir enn einaferð fólk á, at nýta handsfree, tá tey koyra bil.