Vildi verða timburmaður og gjørdist vitanarstjóri

Hann er 38 ára gamal, eigur fimm børn, og í fimm ár hevur hann verið fremsta almenna røddin hjá føroyskum lærarum. Nú er hann farin frá sum formaður í Føroya Lærarafelag, tí Mentamálaráðið í vikuni setti hann sum stjóra á nýggjum vitanarstovni í skúlaverkinum. Magnus Tausen er vorðin ímyndin um føroyskan skúlaskap, men í fólkaskúlanum droymdi hann bara um at sleppa at smíða

Ongin, sum hevur hoyrt hann úttalað seg alment, hevur ivast í, at hann brendi fyri síni sak.


Í Mentamálaráðnum hava tey uttan iva ofta suffað um hansara áhaldni, tí við Magnusi Tausen hevur Føroya Lærarafelag havt ein formann, sum bæði hevur dugað at orðað seg greitt og grundgivið fyri sínum sjónarmiðum.


Men so hendi nakað.


Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, skuldi brúka ein nýggjan stjóra at leggja Føroya Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina fyri undirvísingaramboð og KT-depilin saman í ein nýggjan vitanarstovn, og tá hon kagaði í rúgvuna við umsóknum, sá hon navnið hjá Magnusi Tausen.


Hon ivaðist neyvan í, at hann var skikkaður sum umsøkjari, tí hon kendi hansara dygdir. Tá hon so skilti, at hon nú eisini kundi prika luftina úr Føroya Lærarafelag eina løtu, tók hon av møguleikanum og setti Magnus Tausen í sessin.


Hvør grein eftirkannað

Magnus Tausen bregður ikki úr ætt, tá tað snýr seg um áhugan fyri lærdómi og skúla. Foreldur hansara, Svenning og Amy Tausen, hava bæði tænt trúliga í skúlaverkinum og á mentanarpallinum í mong áratíggju. Hetta hevur eisini givið honum nógvan íblástur.


- Heima tosaðu vit altíð um bøkur, mál og skúla, og nógv skúlafólk komu á gátt hjá okkum. Vit tosaðu so nógv um bøkur og mál, at hvørja ferð eg skrivi eina grein alment, fái eg mammu og pápa at lesa hana ígjøgnum, so málburðurin er í lagi. Hesin vanin hevur givið mær nógv ríkari mál, sigur Magnus Tausen.


Frá barnsbeini av er hann komin nógv í samband við stóru skúlarnar í Havn. Fólkaskúlaárini gekk hann í Venjingarskúlanum, meðan pápin var varaskúlastjóri í Eysturskúlanum. Tá hann hevði tikið prógv á Føroya Læraraskúla í 1998, fekk hann so starv í Kommunuskúlanum. Bara tvær ferðir hevði hann verið á gátt í Kommunuskúlanum, áðrenn hann fekk starv har.


Soleiðis var hjá mongum næmingum í høvuðsstaðnum. Hoyrdi tú ikki til á einum skúla, komst tú ikki á gátt har, tí tú hevði onki at gera har. Men frá 1. august situr Magnus Tausen so yvir øllum landsins lærarum og næmingum og skal teirra vegna samskipa Føroya Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina og KT-depilin í ein munagóðan vitanardepil.


Tey flestu halda ivaleyst, at Magnus Tausen altíð ætlaði at gerast bókligur. Men so er ikki. Í fólkaskúlanum droymdi hann hvørki um mál, krit, tímatalvur, fakfeløg ella skúlabøkur.


- Eg droymdi bara um at sleppa at smíða. Eg vildi verða timburmaður. Kanska var hetta mín lítli ungdómsuppreistur, men hann vardi ikki so leingi, tí tá fólkaskúlin var av í 1988, fór eg í Hoydalar. Tá brast snikkaradreymurin, sigur Magnus flennandi.


Lærdi hjá Shell

Eftir lokið studentaprógv í 1991 fór hann í læru sum skrivstovumaður hjá Shell. Har var nógv gongd í, og starvsfelagarnir vóru dugnaligir. Enn minnist hann tøgnina, tá starvsfólkini stóðu uppi yvir útvarpslurtinum 6. oktober í 1992 og frættu, at Føroyar vóru settar undir umsiting. Tað, sum síðan hendi, var als ikki stuttligt.


- Oljufeløg koma í samband við nógv vinnuvirkir og nógvar privatpersónar. Tá kreppan var í hæddini, upplivdu vit reina armóð, og tað var hart at síggja. Shell bar seg eftir mínum tykki menniskjaliga at, men eg ásannaði, at handilslívið var ikki akkurát eg, og tí fór eg á Føroya Læraraskúla í 1994, greiðir Magnus Tausen frá.


Á Læraraskúlanum treivst hann illa tað fyrsta árið og ætlaði sær at gevast. Men so rann saman millum hann og konuna, Sóleyð. Tá fór hann at trívast betur, og næstu trý árini vóru góð. Eftir loknu útbúgvingina í 1998 og fyrstu árini sum lærari í Kommunuskúlanum fór hugurin til fakfelagsarbeiði at gera um seg.


- Í 2000 vórðu broytingar framdar í eftirlønini, sum vit yngru lærarar vóru ónøgdir við. Hetta hevði við sær, at eg stillaði upp til formansvalið í Føroya Lærarafelag í 2001. Elsa Birgitta Petersen vann valið, og eg gjørdist kassameistari. Í dag fegnist eg nógv um tað. Eg var ikki til reiðar at gerast formaður tá, ásannar hann.


PISA loypti hvøkk á

Í 2005 var aftur formansval á skránni, og hesaferð varð hann valdur. Nú var hann til reiðar at taka við sessinum og fór til verka at gera Føroya Lærarafelag sjónligari. Málið var enn sum áður at gera vart við korini hjá lærarunum, men ikki bara við at vísa á ónøgd. Hann vildi eisini vísa á loysnir.


- Skalt tú verða tikin í álvara, mást tú hava uppskot um loysnir, og eg haldi eisini, at myndugleikarnir hava havt virðing fyri Føroya Lærarafelag. Vit hava gamaní havt onkrar samanbrestir, men vit hava altíð kunnað sett okkum niður aftaná og tosað saman, sigur Magnus Tausen.


At samskipa sjónarmiðini hjá hundraðtals lærarum er ein avbjóðing. Fólkaskúlin verður ofta umrøddur sum ein eind, men í eindini eru bæði lærarar, ið undirvísa einsamallir á smáum bygdaskúlum, og lærarar, ið undirvísa saman við nógvum øðrum á stórum skúlum. Teirra umstøður eru sera ymiskar.


Ta størstu avbjóðingina fekk Føroya Lærarafelag tó, tá PISA-kanningin rakti fólkaskúlan sum eitt sleggjukast í 2006.


- PISA-kanningin loypti hvøkk á alla skúlaskipanina og eisini politikararnar, men hon var eitt gott høvi at seta skúlaskap á breddan og fáa orðað ítøkilig mál fyri skúlan. Ein bólkur varð settur niður við umboðum fyri Mentamálaráðið, Lærarafelagið, foreldur og kommunurnar, og arbeiðið í hesum bólki var eitt tað besta, eg havi verið við í, tí kjakið var sera opið og gevandi, sigur Magnus Tausen.


Savna alla vitan

Nógvar ítøkiligar ábøtur komu burtur úr arbeiðinum, ið sett varð í verk. Fleiri undirvísingartímar vórðu játtaðir, Føroya Skúlabókagrunnur fekk hægri játtan at gera fleiri undirvísingarmiðlar, lættlesibøkur sum tær væl umtóktu Krabbabøkurnar vórðu givnar út, og sjøtul varð settur á at útbúgva lærarar sum lesivegleiðarar.


- Politiska viljanum at fremja átøkini bagdi onki. Landsstýrisfólk sum Jógvan á Lakjuni og Helena Dam á Neystabø hava gjørt sítt, men trupulleikin nú er, at átøkini, ið sett vórðu í verk, verða bumbað niður við sparingum. Hetta er ørkymlandi at síggja, tí vit enda á sama støði sum áðrenn PISA-kanningarnar, sigur Magnus Tausen og ásannar, at viðhvørt røkka pengarnir bara ikki.


Kortini fer hann við góðum treysti undir at samskipa KT-depilin, Skúlabókagrunnin og Landsmiðstøðina í ein sterkan vitanarstovn, tí hetta er upplagt at gera, heldur hann. KT-skipanirnar kunnu ikki vera leysar av skúlabókunum, og skúlabøkurnar kunnu ikki vera leysar av ráðgevingini á Landsmiðstøðini.

- Avgerandi í samanleggingini er, at alt tað nógva virksemið, sum stovnarnir longu hava, ikki verður órógvað, tí tað er so grundleggjandi. Vit skulu hava øll starvsfolkini at húsast í somu lon, sameina arbeiðsgongdir og skapa ein leiðslubygnað. Síðan skulu vit knýta innihaldið í stovnunum saman í undirvísingarportalin, SNAR. Eg vóni at fáa Føroya Læraraskúla, Fróðskaparsetrið og aðrar vitanarstovnar við í hetta arbeiðið, so SNAR verður ein spennandi kelda til alla vitan hjá føroyingum heima sum úti, sigur Magnus Tausen.