Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36 var ikki heilt nøgdur við úrtøkuna, tá Ransin Djurhuus hevði floytað fyri seinastu ferð.
- Vit høvdu møguleikarnar at avgera dystin, men vit kláraðu ikki at fáa bóltin inn, staðfesti B36-venjarin.
Tó er hann, saman við leikarunum, rættiliga væl nøgdur við gongdina higartil.
- Vit hava fingið nøkur stig, men vit kundu fingið meira, men tað ber ikki bara til at vera negativur, tí vit eru á einum býttum øðrum plássið í løtuni, staðfesti hann.
Um møguleikan, tá Brima Koroma gjørdist leysur, vildi Mikkjal Thomassen ikki siga ov nógv, hóast onkur vildi vera við, at bólturin kom í armin hjá Gunnari á Steig.
- Eg haldi við teimum, men eg vil annars ikki úttala meg um avrikið hjá dómaranum, greiddi hann frá í triðja hálvleiki á Rás2.´