Í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti snýr tað seg um at enda millum átta tey ovastu av teimum 12 liðunum í deildini, hetta fyri at røkka endaspælinum.
Liðið hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dahl-Christiansen, Fram er bert ein verri málmun frá áttanda plássinum aftaná 29-27 heimasigur á Gróttu. Í steðginum var Fram á odda 16-12, men tað gjørdist munandi strævnari í seinna hálvleiki, har avgerðin ikki fall fyrrenn móti endanum.
Talan var um ein góðan dyst hjá føroyingunum hjá Fram. Vilhelm Poulsen gjørdist enn einaferð toppskjútti, hesaferð við níggju málum. Rógvi Dahl-Christiansen skoraði fýra mál í kvøld.
Fram hevur 12 stig á níggjundi plássi, sama stigatal sum Afturelding og KA.