Vilhelmina læt fyrsta skotið av

Í gjár var hátíðarhald fyri innbodnum í Húsavík í samband við, at fyrsta skotið nú er latið av til tunnilsbygging millum Húsavík og Dal.

 

Í gjár varð fyrsta skotið latið av til Dalstunnilin, sum skal byggjast millum Húsavík og Dal, og tað var Vilhelmina Larsen úr Dali, sum segði nøkur orð og læt fyrsta skotið til tunnilin av.

Vegna almennu tilmælini um fyribyrging móti korona, var ikki alment hátíðarhald í sambandi við tiltakið. Í staðin var hátíðarhaldið fyri innbodnum.

Sjálvt haldið var í tjaldinum, sum reist er á økinum, har tunnilsmunnin byrjar í Húsavík.

Tað var stjórin í Landsverki, Sigurd L. Lamhauge, sum beyð vælkomin, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, helt røðu.

Síðan var stóra løtan, tá Vilhelmina Larsen skuldi lata fyrsta skotið av. Hon segði eisini nøkur orð. At enda bjóðaði Landsverk til smurt breyð í tjaldinum.

Tað var Bjarki Henriksen, sum tók myndirnar í Húsavík í gjár.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##