Nú skal virksemi hjá felagsskapum sum Sea Shepherd í Føroyum, steðgast við lóg. Tað vil Tjóðveldi. Flokkurin fer tískil nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at skipa eina tilbúgving og at broyta lófina, so at felagsskapir, sum koma til Føroyar at bróta lógina, verða bannaðir.
Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykkja, at landssyýrið skal beinanvegin skipa gera lógarbroytingar, sum kunnu fyribyrgja, at einstaklingar, umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava sum til endamál at fremja ólógligt virksemi í Føroyum, kunnu koma til landið.
Tjóðveldi ásannar, at atvoldin til hetta uppskotið, er tann støðuga herferðin hjá felagsskapum sum Sea Shepherd. ið hava sum endamál við ólógligari framferð, at leggja seg út í lógligt virksemi í Føroyum.
- Tað kann staðfestast, at einstaklingar, umboð fyri felagsskapir og útgerð eru komin ótarnað til landið, hóast alment og opið er fráboðað, at ætlanin er at venja og útinna ólógligt virksemi í landinum, staðfestir Tjóðveldi.
Eisini eru virksemi og venjingar farnar fram, ið skulu fyrireika og leggja til rættis beinleiðis uppílegging í grindadráp, sum er ein hvørsmansrættur í Føroyum.
Tjóðveldi vísir á, at í grindini á Sandi leygardagin gekk sjón fyri søgn um, at fráboðaða ólógliga virksemið og hóttanirnar verða framd í verki.
- Og júst samanbresturin millum løgreglulið og umboð fyri felagsskapirnar, við eftirfylgjandi altjóða umrøðuni, er endamálið við hóttanunum og ólógligu framferðini hjá hesum felagsskapum.
Tjóðveldi heldur at tað tykist sum at landsstýrið ikki hevur havt nakra veruliga tilbúgving ella nøkur verulig átøk, ið kunnu fyribyrgja hesa støðu og hetta ólógliga virksemið.
- Boðskapurin hevur higartil verið, at fólk hava rætt at mótmæla og at løgreglan skal taka sær av støðuni, tá álvari verður gjørdur av ólógliga virkseminum.
- Hetta vekir alstóra undran millum manna í almenna orðaskiftinum. Og rættarkenslan hjá fólki kring landið verður bjóðað av. Tað er neyvan nakar ósamdur í, at fólk hava rætt at mótmæla og eisini at koma til landið at mótmæla.
- Men her er talan um fjøld av fólki og mongd av útgerð og venjingum, ið bert hava eittans fráboðað endamál: At brúka ólógliga framferð og tilvitað elva til vandastøður, ið skulu forða lógliga virkseminum og rættindunum hjá øllum borgarum í landinum.
- Og at skula óttast fyri at halda grind til, ella at fara í grind undir løgregluverju, er als ikki ein støða, sum til ber at liva við hjá fólki, sigur Tjóðveldi.
|