Vilja banna ótálmaða sigling

Umhvørvisstovan hevur sett sær fyri at steðga ótálmaða sigling fram við landi, har fuglur heldur til. Tað skrivar stovnurin í tíðindaskrivi, nú síðsta hond er løgd á Ramsar-ætlanirnar fyri Skúvoy, Nólsoy og Mykines.


- At sigla ótálmað fram við landi, har fuglur heldur til, ikki minst í reiðringartíðini, skal ikki longur bera til. Sum nú er, kunnu øll sigla allastaðni og til allar tíðir. Fyri at tryggja, at siglingin ikki er til ampa fyri fugl, er neyðugt, at hava skipan fyri, nær, hvar og hvussu skjótt skip og bátar kunnu sigla.


Umhvørvisstovan ásannar, at eitt slíkt forboð fer serliga at raka ferðavinnuna, ið skipar fyri slíkum túrum.


Størsta hóttanin móti fuglalívinum í Nólsoy, Mykinesi og Skúvoy eru tó ikki bátar, men rottur. Hóttanin er stór, tí higartil er eingin rotta á nøkrum av nevndu oyggjunum. Tí mælir nevndin til, at tiltøk verða sett í verk, so at rotta ikki fær fótafesti á oyggjunum.


- Fyrsta stig er at dagføra kunngerðina um oyðing av rottu, og tá serliga fyri at veita betri trygd fyri, at rotta ikki spjaðist til rottufríar oyggjar, t.d. við vøru sum verður flutt til oyggjarnar, skrivar Umhvørvisstovan.


Ávarað verður eisini um, at nógvu ferðafólkini í Mykinesi órógva fuglin.


- Eisini gongd í haganum kann órógva fuglin. Hetta er tó mest í Mykinesi, har ferðafólk í túsundatali á hvørjum ári ganga túrin út í Hólm at hyggja eftir náttúruni og fugli. Gøtan er í ringum standi av nógvu gongdini. Arbeiðið at umvæla gøtuna er nýliga byrjað.


Ramsar-ætlanirnar byrjaðu í 2014 við tí fyri eyga at koma við tilmælum um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at verja fugl í oynni og umhvørvi teirra.