Vilja bjarga føroyska bátinum og dansinum

Tað er neyðugt at tað almenna setur tiltøk í verk fyri at tryggja, at føroyski dansurin, og føroyski báturin, verða varðveitt. Tað halda Løgtingslimir úr fleiri politiskum flokkum, og teir taka fult undir við, sáttmálin hjá ST felagsskapinum, Unesco, um at verja heimsins siðaarv, eisini verður settur í gildi.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur lagt málið fyri Løgtingið og nú tað hevur verið til viðgerar í uttanlandsnevndini, er greitt, at stórur meiriluti er fyri málinum, tí nevndin er samd um at seta tað í verk. 

 

Sum dømi um føroyskan siðaarv, sum eigur at verða varðveittur, nevna tey føroyskt bátasmíð og føroyska dansin, og tey halda, at tað almenna eigur at leggja størri dent á at verja hendan siðaarvin. Og tey, sum beinleiðis eru við til at varðveita hendan siðaarvin, bátasmiðirnir og dansifeløgini, eiga eisini at fáa nøktandi umstøður at arbeiða undir.

 

Dansifeløgini hava stóru æru av, at dansurin er so livandi, sum hann er enn tann dag í dag, og at føroyski mentanararvurin, sum gongur heilt aftur til 1300-talið, enn er partur av mentan okkara, siga tey í Uttanlandsnevndini.

 

– At smíða føroyska bátin er eisini dømi um ein føroyskan siðaa. Men har stendur verri til, tí nú eru tað bara nakrir heilt fáir bátasmiðir eftir, og ger tað almenna onki fyri at varðveita hesa vitan, er vandi fyri, at hon er farin fyri bakka um nøkur fá ár, siga tey. 

 

– Serliga eru tað tær gomlu tekningarnar og uppmátingarnar av tí upprunaliga føroyska bátasmíðnum eru í vanda fyri at fara fyri skeytið, verður einki gjørt frá almennari síðu at savna hesa vitan, leggja tey afturat.