Vilja gera tað møguligt at skifta kyn løgfrøðiliga

LGBT+ Føroyar vil hava fleiri rættindi til tvørkynd

Nú er stundin komin, at tað verður møguligt hjá føroyskum tvørkyndum at fáa sær løgfrøðiligt kynsskifti. Tað meinar felagsskapurin LGBT+, sum nú ætlar sær at seta hetta evnið á dagsskránna. Tað fortaldi umboð fyri LGBT+ í Degi og Viku í kvøld.

 

At fáa eitt løgfrøðiligt kynsskifti ber við sær, at ein kvinna, ið følir seg sum ein mann, skal kunna skráseta seg í øllum formligum skjølum sum ein maður, og kunna fáa pass, p-tal, og onnur skjøl, sum svarar til tað kynið, man er lívfrøðiliga føddur sum. Og tað sama er galdandi fyri eina kvinnu, ið følir seg sum ein mann.

 

Sum nú er ber hetta ikki til, men hetta ætlar LGBT+ sum sagt nú at arbeiða fyri. Tí tað er í summum gerandisstøðum ein stór forðing hjá tvørkyndum, at navn og p-tal ikki samsvara.

 

Hetta snýr seg sambært innslagnum í Degi og Viku um at gera eina lógarbroyting í lógini um fólkayvirlitið, so tað verður lættari hjá tvørkyndum at fáa sær løgfrøðiligt kynsskifti.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgfrøðiligt kynsskifti er á breddanum í Føroyum. Í 2018 legði táverandi uttanflokkatingkvinnan Sonju Jógvansdóttir uppskot fram á løgting um at loyva løgfrøðiligum kynsskifti í Føroyum. Hetta skapti nógv kjak, og serliga stórur kritikkur kom frá tingfólki frá høgravonginum - eitt nú Jógvan á Lakjuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Bill Justinussen. Málið kom tó ongantíð víðari frá fyrstu viðgerð og fall burtur.

 

LGBT+ Føroyar hevur samrøðubólkar, har tvørkynd í øllum aldri hittast. Tørvurin á løgfrøðiligum kynsskifti er stórur í Føroyum, leggur Esther Margret Petersen, samskipari í LGBT+ Føroyum, merki til, segði hon við Kringvarpið.