Vilja hava 150 milliónir í tilfeingisgjaldi

Framsókn vil hava eitt munandi tilfeingisgjald makrelin, eins og allir politikarar skulu niður í løn og missa ferðaendurgjald.

Tað sigur flokkurin, nú Løgtingið í dag fer undir at viðgerða fíggjarlógina fyri í ár.

Tí vil flokkurin hava, at landskassin skal krevja 150 milliónir inn í tilfeingisgjaldi á nýggj fiskirættini, í fyrstu atløgu á makrelin.

Framsókn vil eisini dagføra sjómannafrádráttin, samstundis sum skattatrýstið yvirhøvur verður lækkað.

Tá ið skipanin við fløtum skatti varð sett í gildi, “gloymdi” samgongan at dagføra sjómannafrádráttin samsvarandi.

- Verður hýrumarkið fyri at fáa frádrátt lækkað úr 470.000 krónum, niður í 300.000 krónur, ber til at tryggja, at at skatturin hjá sjómanninum ikki hækkar, samstundis sum skattaskipanin verður løgd um.

Síðani eigur sjómannafrádrátturin at verða tikin av, so hvørt skattalætti verður veittur, sigur Framsókn.

Framsókn vil eisini geva barnafamiljum ein barnakekk upp á tilsamans 30 milliónir, men tað fer at elva til økt virksemi fyri 12 milliónir.

Samstundis vil flokkurin lækka ferðaendurgjaldið til politikarar, so tað verður tað sama, sum onnur fáa og flokkurin vil eisini hava allr politikarar 5% niður í løn til javnvág er fingin á fíggjarlógina aftur.

Hinvegin vil flokkurin ikki hoyra talan um at hækka donsku ríkisveitingina.