Vilja hava 16 ára valrætt

Fyri løtu síðani byrjaði Ungdómstingið 2012, har viðgerast skulu fleiri týðandi mál fyri føroyska ungdómin. Eitt av málunum er at lækka valrættin úr 18 niður í 16 ár.

Í hesi løtu er tingið mannað av nýggjum, - hesaferð við ungdómi sum hevur politiskan áhuga og vil hava broytingar í samfelagnum.

Teir næstu dagarnar skulu tey tjakast um, viðgera í nevnd, skriva álit og síðani atkvøða um í tinginum.

Millum uppskotini er eitt sum 9. b. flokkur í Miðvágs-Sandavágs skúla hevur sett fram um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið.

Í viðmerkingunum verður víst á, at valrættaraldurin er settur niður fleiri ferðir, seinast í 1987 tá hann varð settur niður í 18 ár.

Næmingarnir úr Vágum vilja vera við, at samfelagið er broytt so mikið seinastu árini, soleiðis at tíðin er búgvin at lækka valrætturin uppaftur meiri.

Víst verður á, at ein gallupkanning, sum varð gjørd í september í 2009, vísti, at greiður meiriluti av danska fólkinum heldur, at tíðin er komin at broyta valrættaraldurin.

- Tíverri er ein samsvarandi kanning ikki framd her á landi enn, men helst hevði úrslitið verið tað sama. Vit meta, at við at geva teimum ungu valrætt, fer tað at styrkja demokratisku støðuna, og tað fer eisini eggja teim ungu til at hava størri áhuga fyri politikk, vísa tey á.

Júst hetta uppskotið er nummar átta í røðini, so tað er spurningurin, um tað nær at verða viðgjørt í dag.