Andstøðan í Løgtinginum vil ikki hava eina nýggja fiskivinnuskipan fyrrenn tað hevur verið ein fólkaatkvøða um málið.
Andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava tískil lagt uppskot fyri Løgtingið um at nýggja fiskivinnuskipan verður útsett í eitt ár til tann fyrsta januar í 2021.
Samstundis vilja tey hava, at løgmaður leggur málið til fólkaatkvøðu, soleiðis at Føroya fólk sleppur at taka støðu til nýggju fiskivinnuskipanina hjá samgonguni.
Andstøðan sigur, at verður valluttøkan minst 50 prosent, og atkvøður meirilutin av teimum fyri fiskivinnuskipanini hjá samgonguni, verður hon sett í gildi.
– Tað er ikki ofta, at fólkaatkvøða er í Føroyum, men ætlaðu lógarbroytingarnar eru so álvarsligar, og tríva so djúpt inn í føroyska samfelagið, at eingin ivi kann vera um, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan, siga tey í andstøðuni.
Tey siga, at verður ætlanin hjá samgonguni samtykt, fer tað at krevja, at minst fýra Løgting eru samd um at broyta lógina aftur. Tí er tað neyðugt, at fólkið sleppur at siga sína hugsan um hetta málið, halda tey.
Men tað er einki, sum bendir á, at tað verður samtykt.
Hanna Jensen spurdi hvussu nógv samgongan kann loyva sær at avmarka lóggevandi rættin hjá Løgtinginum at lóggeva, og hvussu hart samgongan kann kroysta føroyska fólkið.
Jákup Mikkelsen sigur, at hann er »totalt skelkaður« , at Hanna Jensen yvirhøvur troystar sær at nevna orðið fólkatkvøðu.
– Vit hava akkurát havt eitt løgtingsval og tað var ein fólkaatkvøða um fiskivinnupolitikkin, sigur hann.
Hann sipaði eisini til málið um at broyta hjúnabandslógina, har Hanna Jensen ikki vildi ganga ynskinum um eina fólkaatkvøðu á møti.
– Tað er ófatiligt at hon unnir sær at taka fólkaatkvøðu upp á tunguna, sigur hann.
Annars verður nýggja fiskvinnuskipanin væntandi endaliga samtykt seinni í dag.