Tað er nú greitt, at Hans Joensen heldur fram sum formaður í Havnar arbeiðsmannafelag í tvey ár afturat. Havnar Arbeiðsmannafelag hevur aðalfund leygardagin 21. mars og tá er eisini formansval á skránni.
Men uppskot til formansval skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi á nýggjárinum. Og tá ið freistin var farin var einki uppskot komið og sostatt er greitt, at Hans Joensen heldur fram sum formaður í tvey á afturat. Í Havnar Arbeiðsmannafelag eru einir 800 limir og limatalið hevur ligið støðugt seinastu árini.
|