Tað er als ikki nøktandi at Landsstýrið ikki tekur støðuna í álvara. Tað halda teir fýra løgtingsgrannskoðararnir, Joen Magnus Rasmussen, Jónleif Johannesen, Óluva Klettskarð og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum.
Teir vísa á, at í fleiri ár hevur Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum átalað, at mannagongdirnar eru ikki nøktandi, tá ið tað almenna fer undir byggiarbeiði av ymsum slagi. Eitt, sum tey hava fýlst á, er, at tað er ikki greitt, hvør hevur leiðsluna og ábyrgd av eini bygging. Eitt nú er tað Landsverk, sum hevur leiðsluna av alskyns verkætlanum.
Landsverk er undir Samferðslumálaráðnum, men tað er ofta okkurt annað landsstýrisfólk, sum hevur ábyrgdina av eini verkætlan. Eitt dømi er Glasir, har Landsverk stendur fyri byggingini, men Tað er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, sum hevur ábyrgdina av bygninginum í hesum valskeiðnum.
Løgtingsgrannskoðararnir vísa eisini á, at peningur er játtaður til byggiverkætlanir uttan at nøkur neyv útgreining er av tørvinum, og uttan at byggiskrá er løgd. Tey vísa eisini á, at hvørki kostnaðarmetingar ella tíðarætlanir hava ikki hildið,
Ì hesum sambandi løgdu løgtingsgrannskoðararnir, longu í 2014, uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at Landsstýrið skuldi taka málið upp, og gera eina frágreiðing um hvørji stig skulu takast fyri at fáa viðurskiftini í rættlag.
Seinastu árini hava løgtingsgrannskoðararnir fleiri ferðir spurt løgmann um málið og um, nær hann væntar, at frágreiðingin er tøk. Men teir siga, at teir kunnu bara staðfesta, at hóast atfinningar frá Fíggjarnevndini ígjøgnum fleiri ár, og eina greiða løgtingssamtykt frá 2014, er onki ítøkiligt hent enn, tíansheldur er nøkur ætlan um, hvussu tað kann gerast, og tað halda teir als ikki vera nøktandi, siga teir í einum nefsi til landsstýrið.