Vilja hava meir pening fyri mistan seyð

Tryggingarfeløgini og bøndur eru ósamd um endurgjaldskravið tá seyður verður ákoyrdur

Búnaðarstovan fyrireikar í løtuni eina rættarsak móti tryggingarfeløgunum saman við Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum.

 

Sakin er, at tey trý feløgini meta, at peningaupphæddin, ið bøndur fáa afturrindað frá tryggingarfeløgunum, tá teir missa seyð av ferðslu, er ov lítil.

 

Vilja halda fast í fakliga lýsing

 

Tróndur Leivsson er stjóri á Búnaðarstovuni. Hann sigur, at Búnaðarstovan, saman við hinum feløgunum, hevur roynt at tosa við tryggingina, men at ósemjan tykist ikki at koma uppá pláss. Tí fara tey at royna tað umvegis rættin.

 

- Bærentsen, gamli landsdjóralæknin, gjørdi eina lýsing í samband við eina rættarsak í 1970unum, ið vísti hvussu stóran miss ein seyður er fyri ein bonda. Frymilin er útroknaður millum annað av kjøtprísi og hvat fyri slag av seyði tað er, ið doyr. Alivirði, sláturvekt og annað spælir eisini inn, sigur Tróndur Leivsson.

 

Tróndur Leivsson sigur víðari, at enn er tað einasta fakliga lýsing, ið er gjørd og tað er enn tann lýsingin, ið tey ynskja at brúka.

 

- Rætturin og tryggingin tók lýsingina til eftirtektar tá hon var gjørd og vit hava fylgt henni síðan. Trupulleikin nú er, at peningaupphæddirnar eru ikki dagførdar nóg væl og tí passa prísirnir ikki nóg væl til dagsprísir, sigur Tróndur Leivsson.

 

Upphæddir mugu dagførast

 

Andrass Holm Arge er deildarleiðari á Búnaðarstovuni. Hann sigur, at tey hava verið í samráðingum við tryggingarfeløgini um støðuna, men tað er ósannlíkt, at eina semja finst. Tí eru tey farin at fyrireika at fara í rættin.

 

- Seinasta dagføringin bleiv gjørd í 2006. Tað vit leggja upp til er, at sami frymil hjá gamla landsdjóralækanum verður brúktur, men at prísirnir verða dagførdir til dagsprísir. Tryggingarfeløgini vilja økja upphæddinar við einum prosenttali, men vit vilja heldur nýta dagsprísir, tí alt annað er ov lágt, sigur Andrass Holm Arge.