Vilja ikki av við bygdarhúsið

Enn hava strandingar ikki tikið nøkur ítøkilig stig í royndini at varðveita bygdarhúsið sum verandi ogn hjá kommununi, sum annars hevur boðið Heimamissiónini í bygdini at býta húsið um við gamla missiónshúsið. Og tó. Ein profilur er stovnaður á Facebook, har fólk, ið mótmæla ætlanunum um umbýti, kunnu tilmelda seg og soleiðis mótmæla

Strendur

 

Tað hevur fingið øði í fólk, at Sjóvar kommuna, sum eigur bygdarhúsið á Strondum, hevur ætlanir um at lata Heimamissiónini í bygdini húsið afturfyri, at kommunan yvirtekur gamla missiónshúsið.

Bygdarhúsið á Strondum, sum er bygt fyri umleið 30 árum síðan, er eitt stórt og gott hús við ørgrynnu av møguleikum, meðan missiónshúsið er eitt gamalt hús í tveimum hæddum, sum er bygt miðskeiðis i tríatiárunum.

Orsøkin til, at Sjóvar kommuna hevur samtykt at fremja umbýti er ivaleyst, at bygdarhúsið hevur verið rikið við halli, sum í fjør var einar 450.000 krónur.

Kommunan, sum eigur húsið, hevur havt ein dagligan leiðara, og seinastu 3-4 árini hevur leiðarin verið Meinhild Harrysdóttir. Hon røkir ikki hetta starv longur, tí kommunan hevur sagt hana upp – frá 1. juni í ár at rokna.

Sjóvar kommuna er í løtuni í holt við at fremja uppíbygging av nýggjum skúla, og sambært vælvitandi keldum væntar kommunan, sum annars er væl fyri fíggjarliga, at 2009 kemur at geva eitt hall í ársroknskapinum upp á einar 14 miljónir krónur.

Hetta er so eisini ein orsøkin til, at leitað verður við lykt eftir skerjingum á útreiðslusíðuni.

Hóast nógv verður tosað á Strondum og í kommununi annars um ætlaninar hjá kommunustýrislimunum, hava fólk ikki tikið nøkur ítøkilig stig fyri at fáa Sjóvar kommunu at broyta ætlanina um umbýti.

Um dagarnar er tó ein profilur stovnaður á Facebook, har fólk, ið vilja standa saman um, at bygdarhúsið verður varðveitt í verandi líki, kunnu tilmelda seg.

 

Nógvir møguleikar

Bygdarhúsið á Strondum man teljast millum tey elstu av teimum nýggjaru húsunum, sum bygd vórðu í sínari tíð til ymiskt mentanarligt virksemi kring landið.

Gjøgnum árini hava nógv ymiskt tiltøk verið í húsinum, og seinastu árini hevur húsið verið karmur um kafeteria, sum hevur verið opin hvønn dag, eins og nýtt fitnessentur hevur verið í kjallaranum. Tað er Strálan, sum hevur leigað hendan partin av húsinum til venjingar, og tað er eisini Strálan, sum hevur útvegað sær venjingaramboðini.

Sum skilst á Strondum, hevur fitnessentrið verið væl vitjað, og fólk hava verið sera fegin um henda møguleika.

Dagligi leiðarin hevur staðið fyri rakstrinum av kafeteria, sum partur av hesum starvi.

Flestu ervi í bygdini hava verið í bygdarhúsinum, eins og nøkur brúdleyp eisini hava verið hildin har.

Í sínari tíð vóru nógv dansitiltøk í bygdarhúsinum, men hesi hava verið nógv færri seinnu árini. Tó hava slík tiltøk verið, tá stevnur og høgtíðir eru.

Eitt umtókt tiltak, sum húsið í seinastuni eisini hevur verið brúkt til, er sonevnd bygdakviss, men seinasta kvissin av hesum slag varð hildin í Statoil hóskvøldið.

Fólk í Sjóvar kommunu halda, at nógvir ónýttir møguleikar liggja í hesum húsi – ikki minst møguleikar av mentunarligum slagi, sum tey halda, at nógv meira kundi verið gjørt burtur úr.

- Tað er kanska ikki altíð so lætt at ”umseta” mentan til pening, men við fleiri tiltøkum av ymiskum slagi og einum lítlum gjaldi fyri luttøku, høvdu enn fleiri tiltøk avgjørt gjørt mun á inntøkusíðuni.

 

Kaldar føtur

Líkt er til, at umboðini í Sjóvar kommunu ikki høvdu væntað, at fólk fóru at seta seg so hart upp ímóti ætlanini um umbýti.

Í samrøðu við aðrar fjølmiðlar hevur borgarstjórin, Artur Johansen, soleiðis sagt, at enn er seinasta orðið ikki sagt í hesum máli.

Hetta kundi bent á, at kommunan fer at umhugsa sína ætlan av nýggjum, áðrenn endalig avtala verður gjørd um umbýti.

Heimamissiónin í kommununi hevur arbeitt við ætlanum um at byggja nýtt missiónshús fyri fleiri miljónir, og tá kommunan beyð teimum húsið í býti við gamla missiónshúsið, takkaði missiónin sjálvandi ja.

Nú er so líkt til, at seinasta orðið ikki er sagt í hesum máli.