Seinastu dagarnar hevur nógv byggivirksemi verið við innkoyringina til undir Bryggjubakka, har arbeiðsmenn hava gravað eitt djúpt hol í vegin. Ætlanin er at seta nakrar pullartar í jørðina, ið skulu avmarka ferðsluna í økinum.
Tórshavnar Kommuna hevur nevniliga avgjørt at økið, ið hýsir Sølutorginum, Kaffihúsinum, Umami, The Tarv og øðrum, framyvir skal vera eitt frítíðarøki, har bilar ikki sleppa framat.
Tað er tó ikki bara matstovu- og skrivstovuvirksemi í økinum. Fleiri parkeringspláss eru á økinum, og er undir Bryggjubakka millum annað eitt av seinastu støðunum í miðbýnum, har til ber at seta bilin uttan tíðaravmarking. Harumframt hava fólk um veturin havt møguleikan at parkera uttanfyri kaffistovurnar í økinum.
Tann møguleikin verður nú tikin frá borgarum, tó at undantøk verða gjørd fyri íbúgvarnar í økinum, kaffistovunum og teimum, ið arbeiða í skrivstovum, ið halda til undir Bryggjubakka. Tey fáa nevniliga ein serligan lykil, ið ger, at pullartarnir fara niður í jørðina, tá tey vilja sleppa inn á økið, verður upplýst frá kommununi.