Síðan Grønland í fjør varð viðurkent sum strandaland í samband við makrelin, hevur landið samstarvað við hini strandalondini um at fáa í lag eina felags umsiting av stovninum.
- Undir strandalandasamráðingunum um makrelin var Grønland til reiðar at samráðast, men Noreg, ES og Føroyar vildu kki lata upp fyri nýggjum londum um býtið av makrelinum næstu tvey árini.
Tað sigur grønlendska heimastýrið í tíðindaskrivi, sum heimasíðan www.sermitsiaq.ag endurgevur.
- Grønland hevur nú í tvey ár ført fram, at landið eisini er strandaland við atliti til sildina, og grundarlagið er, at vit í fleiri ár hava fiskað sild í Eysturgrønlandi, verður lagt aftrat.
At vera strandaland merkir, at londini kunnu sita við samráðingarborðið, tá støða skal takast til, hvussu stovnurin av uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavinum skal umsitast.
- Grønland hevur fingið størri og størri stuðul um at gerast viðurkent sum strandaland, tá ræður um sild, men Rusland vil ikki veita landinum sín stuðul. Strandalondini um sildina eru Ísland, Føroyar, Noreg, Rusland og ES, men í løtuni er eingin avtala um sild.
Í grønlendska fiskimálaráðnum eru tey vónsvíkin av, at so lítil framdrift hevur verið í seinastu samráðingunum millum strandalondini.
- Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri Grønland, at landið er við í samráðingunum um stóra felags uppsjóvartilfeingið í Norðuratlantshavinum. Tað er bert, tá øll londini samstarva, at vit kunnu tryggja, at stovnarnir eru burðardyggir.
Karl-Kristian Kruse í grønlendska fiskimálaráðnum sigur seg vera vónbrotnan um, at øll lond ikki skilja, at Grønland eisini er strandaland, tá ræður um sild. Men, hetta fer Grønland at arbeiða fyri í komandi tíðum, leggur hann aftrat.
Tað eru umboð úr grønlendska fiskimálaráðnum, lívfrøðingar, sum starvast hjá Grønlands Naturinstitut og umboð úr grønlendsku fiskiskipavinnuni, sum eru við til samráðingarnar um uppsjóvartilfeingið.