Hóast landskassin møguliga hevur snýtt fleiri túsund bileigarar, vilja politikararnir í løgtinginum ikki lova at hjálpa teimum at fáa pengarnar aftur.
Tað er niðurstøðan eftir fund í løgtinginum í gjár, har politikararnir viðgjørdi eitt uppskot frá Sjálvstýrisflokkinum um at hjálpa 2000-3000 bilførarum, sum landskassin møguliga hevur snýtt.
Tað er nýliga komið fram, at frá øll tey, sum hava keypt nýggjan bil frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava møguliga goldið ov nógv í mvg. Tað kemst av, at bileigararnir hava eisini goldið mvg av skrásetingargjaldinum, men nú er ført fram, at tað er ólógligt at krevja mvg av skrásetingargaldinum og tað er eitt mál, sum nú verður viðgjørt í rættinum
Vilja onki lova
Nú vil Sjálvstýrisflokkurin hava, at løgtingið tryggjar, at allir bileigarar, sum møguliga hava verið fyri órætti av hesum, skulu fáa trygd fyri, at teir fáa pengarnar aftur, sum teir hava goldið ov nógv í landskassan.
Sostatt vil flokkurin hava løgtingið at samtykkja, at í hesum føri skal víkjast frá fyrningrfreistini, sum annar er fimm ár.
Samstundis vil flokkurin hava, at kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at TAKS ikki hevði heimild til at krevja mvg av skrásetingargjaldið, skulu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og TAKS finna fram til allar hesar bileigarar, sum hava verið fyri órætti og at tryggja, at teir fáa pengarnar aftur.
Men tað vilja politikararnir ikki lova.
Í viðgerðini í løgtinginum í gjár varð greitt, at tað er bara Sjálvstýrisflokkurin sjálvur, sum treytaleyst vil tryggja, at hesir bileigararnir fáa pengarnar aftur.
Politikarar úr øllum hinum flokkunum eru rættiliga ivingarsamir. Yvirhøvur vóru teir samdir um, at Løgtingið skal vara seg fyri at lóggeva á hesum øki, tí at hetta er ein spurningur, sum skal avgerast ímillum almennu umsitingina í TAKS og fíggjarmálaráðnum og dómsvaldið.
Ført varð fram, at teir borgarar, sum halda seg hava verið fyri órætti, kunnu stevna TAKS og vinna teir, fáa teir pengarnar aftur
Ein av teimum, sum ikki vil lova bileigarunum hjálp, var Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldinum, tí hon helt, at her er talan um ein umsitingarligt mál, har landsstýrismaðurin í fíggjarmálum má tryggja, at tað verður viðgjørt rætt. Klárar hann ikki tað, kann løgtingið viðgera um landsstýrismaðurin hevur røkt sína uppgávu og í ringasta føri kann tað elva til eitt misálit á hann.
Karsten Hansen úr Miðflokkinum vísir á, at málið er í rættinum og tað hevur verið siður ikki at blanda seg út í viðurskifti hjá dómsvaldinum.
- Tann, sum heldur seg vera fyri órætti hevur møguleika at leggja tað fyri dómsvaldið og har verður so avgerðin tikin.
John Johannessen úr Javnaðarflokkinum, sum altso er floksfelagi hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hevði eina heilt greiða støðu og tað var, at løgtingið skuldi halda fingrarnar vekk.
- Javnaðarflokkurin sær hetta sum eitt stríð ímillum ein fyrisitingarligan myndugleika og nakrar borgarar.
- Hetta er ein spurningur, sum kann og skal avgreiðast av dømandi valdinum.
- Løgtingið skal taka sær av at smíða lógir, sum eru greiðar fyri samfelagið og slík mál eiga at avgreiðast av dømandi valdinum og tí ætla vit ikki at blanda okkum upp í tað dømandi valdið
Eisini Poul Michelsen úr Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum
Vóru rættiliga ivingarsamir.
Jóannes Eidesagaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, var ikki í Løgtinginum í gjár og tók sostatt ikki lut í viðgerðini.
Og hóast fleiri royndir, hevur ikki borið til at fáa samband við hann fyri at fáa eina viðmerking frá honum.
Kári á Rógvi hevði varhugan av, at summir politikarar spekuleraði í, at teir vildu ikki tryggja, at alllir borgararnir fáa pengarnar aftur, tí tað er bíligari at koyra øll mál í rættinum, tí tað vera so fá, sum gera vart við seg.
- Men slíkan moral kann tað almenna ikki hava, helt Kári á Rógvi.
Bíða eftir dómsvaldinum
Tað er nýliga komið fram, at frá øll tey, sum hava keypt nýggjan bil frá 1. mai 1999 til 27. apríl 2005 hava møguliga goldið ov nógv í mvg av bilinum. Tað kemst av, at bileigararnir hava eisini goldið mvg av skrásetingargjaldinum, men nú er komið fram, at tað møguliga ikki er lógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum.
Málið er lagt fyri Skatta- og avgjaldskærunevndin, sum er hægsti fyrisitingarligur myndugleiki hjá TAKS og nevndin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at krevja mvg av skrásetingargjaldinum.
Men hesum er TAKS ikki samt í og tískil er málið lagt fyri Føroya Rætt, men har er dómur ikki fallin enn.
Fær TAKS ikki viðhald frá dómsvaldinum, er greitt, at talan er um einar 2000-3000 bileigarar, sum tilsamans hava goldið einar 120 milliónir ov nógv í mvg av bilum, teir hava keypt hetta umrødda tíðarskeið.
Sjálvstýrisflokkurin heldur, at ein grund til, at málið verður drigið so langt út, er ein roynd at fáa tey allarflestu at fella fyri fyrningarfreistini, so at TAKS sleppur undan at gjalda pengarnar aftur, hóast dómsvaldið skuldi komið til ta niðurstøðu, at ov nógv er kravt inn í mvg