Ein stórur meiriluti av Løgtinginum er ikki við upp á at gera eina skipan við eini almennari lønarkontu. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at skipa eina almenna lønarkontu. Í Tjóðveldi halda tey ikki, at tað kann vera rætt, at bankarnir skulu fáa loyvi til at leggja so nógv avgjøld á fólk, samstundis sum at øll eru noydd at hava eina lønarkontu í bankunum.
Men tað eru tey í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum, Sjálvstýri og Framsókn, ikki samd í.
Tey sig, at tað er ein misskiljing, tá ið Tjóðveldi sigur, at hesi seinastu árini eru lønarkonturnar farnar at kosta løntakarunum nógv í ymiskum gjøldum, og at hesi gjøldini eisini gerast alsamt fleiri. Støðan er nevniliga tann, at allir løntakarar kunnu velja sær ein peningastovn, har eingi gjøld verða løgd á lønarkontuna.
Tey í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, Miðflokkinum, Sjálvstýri og Framsókn, vísa eisini á, at skal ein skipan setast á stovn, har allir løntakarar kunnu fáa eina almenna lønarkontu, eitt nú á Gjaldstovuni, verður hetta ein umfatandi skipan, sum fer at kosta landskassanum fitt av peningi. Tvørtur ímótu halda tey, at skipanin vit hava í dag, við lønarkontum í peningastovnum, er nøktandi.
Men umboðini fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi í Fíggjarnevndini, staðfesta, at peningastovnarnir eru vinnuligar fyritøkur, og tí er tað skilligt, at teir taka pening fyri at veita viðskiftafólkinum ávísar tænastur.
– Men eftirsum tað er lógarkravt, at lønin skal í ein peningastovn, halda teir at tað er órímiligt, at tað - í ávísum førum - kostar at hava eina lønarkontu.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vísa á, at tað eru bara tveir stórir bankar í Føroyum og tá eru fortreytirnar fyri kapping ikki galdandi á sama hátt. Hetta merkir, at eru viðskiftafólk ónøgd við tænastuna í einum banka, nyttar ikki nógv at skifta banka, tí ómaksgjøldini verða framvegis óvanliga høg.
– Tí meta tey ikki, at trupulleikin verður loystur við kapping, men at tað er neyðugt hjá politiska myndugleikanum at halda eitt vakið eyga við bankunum.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi halda, at tíðin er komin til at seta føroysku peningastovnunum krøv um at tryggja fólki ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur kring alt landið.
Frægasta loysnin hevði verið, at bankarnir finna eina góða loysn, men kunnu bankarnir ikki lúka hesar treytir, eigur fólkið at fáa sína løn á einari ókeypis lønarkontu, halda tey.