Vilja ikki taka tingsessin frá borgarstjórum

Týsdagin fer Løgtingið at samtykkja, at tað skal bera til at vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur, ísenn

Teir tríggir borgarstjórarnir, sum eisini eru í Løgtinginum, sita púra tryggir.

 

Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Anniku Olsen og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, um, at tað skal ikki bera til at hava fult starv sum borgarstjóri og vera løgtingsmaður ísenn.

 

- Ein borgarstjóri, sum arbeiðir fulla tíð sum borgarstjóri, átti ikki at havt stundir til at røkt eitt annað beinleiðis fólkavalt starv, siga tey bæði.

 

Tey siga eisini, at ein vansi er, at borgarstjórar ikki verða javntsettir.

- Vit hava dømi um hetta í dag, at borgarstjórin í Havn hevur fingið heimild til at sita í báðum støðum, meðan borgarstjórin í Klaksvík ikki hevur fingið loyvi til hetta.

 

Løgtingið fer at atkvøða um málið týsdagin, men tað er longu nú greitt, at ein stórur meiriluti fer at fella uppskotið, so at borgarstjórar framhaldandi kunnu sita á tingi.

 

Tað er greitt, nú Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið, tí har taka bæði Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokstinglimur, undir við, at tað skal bera til at vera bæði borgarstjóri, og løgtingslimur, ísenn.

 

Meirilutin í Rættarnevndini leggur dent á, at tað er ein borgaraskylda at stilla upp til kommunuval.

 

- Ikki fyrr enn ein borgari hevur sitið tvey valskeið í einum kommunustýri, kann hann nokta at verða uppstillaður aftur og hendan borgaraskyldan eigur ikki á nakran hátt at forða nøkrum at taka sæti á Løgtingi.

 

Tey leggja eisini dent á, at tað er kommunan sjálv, sum tekur støðu til um borgarstjórin skal sleppa at røkja tvey størv í senn ella ikki.

 

Tey halda eisini, at Løgtingið skal ikki gera av um ein borgari, ið er valdur bæði í eitt kommunustýri, og á Løgting, megnar at liva upp til álitið, sum veljararnir í báðum førum hava sýnt honum.

 

- Tá ið talan er um arbeiðsbyrðu, heldur meirilutin ikki, at nakar munur er á at at vera løgtingslimur og borgarstjóri, og at vera løgtingslimur og at hava okkurt annað fulltíðarstarv.

 

- Tí metir meirilutin ikki, at stór arbeiðsbyrða er ein saklig grundgeving fyri at forða borgarstjórum eisini at røkja ein løgtingssess, sigur meirilutin í Rættarnevndini.

 

Tað eru tríggir borgarstjórar í Løgtinginum, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum báðir eru tinglimir fyri Javnaðarflokkin, umframt Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sum er løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.