Týska tíðarritið Der Spiegel skrivar, at teir politisku leiðararnir í Bretlandi, Týsklandi, Spania og Italia hava avtalað, at teir skulu ikki tosa við tað sosialistiska forsetavalevnið í Fraklandi, Francois Hollande, undir valstríðnum.
Orsøkin er sambært Der Spiegel, at Hollande (myndin) hevur funnist at tí nýggja fíggjarpolitiska sáttmálanum hjá ES-londunum.
Týski kanslarin, Angela Merkel, hevur beinleiðis sagt, at hon styðjar Nicolas Sarkozy og vónar, at hann verður afturvaldur. Meiningakanningar vísa tó, at millum fransmenn hevur Francois Hollande størri undirtøku enn verandi forsetin.