Vit skulu hava seta ein serligan banka á stovn, sum bara skal hava eitt einasta endamál, nevniliga at veita fólki lán at útvega sær ein bústað.
Tað halda teir báðir løgtingsmenninir fyri Miðflokkin, Jenis av Rana og Bill Justinussen, og tað hava teir lagt uppskot fyri Løgtingið um í dag.
Teir skjóta eisini upp, at Landsstýrið skal seta 500 milliónir í bankan, sum hann skal hava at arbeiða fyri. Men tað skal eisini bera til hjá bankanum at taka lán til at fíggja virksemið við. Í hesum sambandi vísa teir á, at landsstýrið eigur ein triðing av BankNordik og hann er verdur einar 600 milliónir krónur. Og teir halda, at Landið skal selja sín part í BankNordik og seta peningin í hendan almenna bústaðarbankan.
Landið eigur eisini pening í Búskapargrunninum. Ætlanin er, at ein hálv milliard skal standa í Búskapargrunninum við ársenda í 2019. Hesin peningur kann eins væl standa sum veðrættur í føroyskum sethúsum, sum at hann stendur í útlendskum virðisbrøvum við
spjaddum váða. Á
– Á tann hátt kann peningurin í Búskapargrunninum goymast, har hann ger stórt samfelagsgagn, siga Bill Justinussen og Jenis av Rana.
– Landið eigur eisini pening í øðrum grunnum. Nevnast kunnu Realurin og Samhaldsfasti. Samanumtikið hevur landið nógva tøka ogn, sum fyri ein part kann gera gagn sum veðrættur í føroyskum sethúsum og bústøðum annars, leggja teir afturat.
Teir siga eisini, at talan skal vera um ein almennan banka, sum landsstýrisfólkið í fíggjarmálum skal hava eftirlitið við, og landsstýrisfólkið skal eisini velja eina nevnd við fimm fólkum, sum skal stjórna bankanum, saman við einum stjóra, sum nevndin sjálv skal seta og loysa úr starvi.
Teir báðir løgtingsmenninir í Miðflokkinum sigur, at endamálið er at gera tað lættari, og bíligari hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið.
– Higartil hava landsmyndugleikarnar aftrað seg við at skipa ein virknan bústaðapolitikk, ið hevur til endamáls at loysa trupulleikarnar, tí teir hava sett sítt álit á fría marknaðin, saman við smærri lappaloysnum, sum Bústaðir hava fingið litið upp í hendi at taka sær av, siga teir báðir.
Tí er tað neyðugt at tað skal bera til hjá teimum, sum skulu seta búgv, at fáa lán, har tað ikki eru tey handilsligu áhugamálini hjá bankanum, sum hava størstan týdningin. Ein avleiðing av, at fremsta endamálið hjá bankanum er at vinna pening til partaeigararnar, er, at tað er lutfalsliga ringt at fáa fígging til bústað úti á bygd
Bankarnir hava ikki skyldu at vísa samfelagssinni og at hugsa um at menna samfelagið. Og
føroyar eru einasta norðanland, har tað eina og aleina er litið upp í hendurnar á fríu marknaðarkreftunum at føra bústaðarpolitikkin í landinum, siga teir báðir.