Vilja tálma kommunalu útreiðslurnar

Landsstýrið fer at taka upp samráðingar við kommunurnar um ein samlaðan útreiðslukarm og um nýggjar roknskaparreglur.

Bárður Nielsen, landsstýrismaður i fíggjarmálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum halda, at tíðin nú er búgvin til at fáa tamarhald á útreiðslunum hjá kommunum, umframt at seta í gildi nýggjar roknskaparreglur, fyri á tann hátt at fáa meira gjøgnumskygni í fíggjarviðurskiftini hjá kommunum.
- Seinnu árini hava kommunurnar í Føroyum økt sínar útreiðslur í stórum. Samstundis er greitt, at alt fleiri almennar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar at umsita, og tí fáa tær støðugt størri týdning og ávirkan búskaparliga, siga teir báðir í tíðindaskrivi.
Teir greiða víðari frá, at hin samlaði almenni sektorurin hevur ábyrgdina av at tálma sveiggini í búskapinum, og tí fer landsstýrið komandi ár at samráðast við kommunurnar um at fáa í lag ein samlaðan útreiðslukarm.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Stórur kommunalur vøkstur
Longu nú er greitt, at kommunalu útreiðslurnar vaksa nógv skjótari enn útreiðslurnar hjá landinum. Í ár hava kommunurnar væntandi ein vøkstur í útreiðslunum á í minsta lagi 12 prosent, meðan vøksturin hjá landinum liggur niðri á trimum prosentum, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Hagtøl vísa harumframt, at kommunurnar síðani 2002 hava økt sínar útreiðslur við 7,9 prosentum árliga. Saman um tikið fara kommunurnar at standa fyri 23,7 prosentum av øllum teimum almennu útreiðslunum í ár. Henda gongd er ein av orsøkunum til, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í innlendismálum longu nú heita á allar kommunur í landinum um at tálma útreiðsluvøksturin komandi ár.
- Tað liggur á bæði landi og kommunum sum almennir myndugleikar at tálma sveiggini í búskapinum. Tí mugu vit ansa væl eftir, at vit ikki eru við til at seta ov nógva ferð á. Landið roynir at halda aftur, og kommunurnar mugu eisini gera sítt”, siga landsstýrismenninir í fíggjarmálum og innlendismálum, sum á hvør sín hátt varða av kommunala sektorinum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggjar roknskaparreglur
Landsstýrismenninir ásanna, at tørvur er á størri gjøgnumskygni og innliti í fíggjarviðurskiftini í kommunala geiranum.
- Í løtuni verður arbeitt við at gera nýggjar roknskaparreglur fyri kommunurnar í Føroyum. Hetta vil skapa størri gjøgnumskygni til fyrimun fyri bæði land og kommunur og samstundis hava stóran týdning tá samráðast skal um útreiðslukarm siga Bárður Nielsen, landsstýrismaður i fíggjarmálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
 
--
 
Myndatekstur:
Landið roynir at halda aftur, og kommunurnar mugu eisini gera sítt, siga Bárður Nielsen og Jacob Vestergaard, landsstýrismenn í ávikavist fíggjar – og innlendismálum.