Viljin var øgiligur í Fuglafirði

Hans Jákup Lervig var tvífaldur málskjútti, tá ið AB fór úr Fløtugerði við ongum

Tað vóru øgiliga uppsettir heimamenn, sum í góðveðrinum í Fuglafirði seinnapartin tóku ímóti AB.

 

ÍF spælararnir útstrálaðu styrki og vilja, og teir løgdu so nógv fyri í hvørjum nærdysti, sum um tað galt spurningin um lív ella deyð.

 

AB sær út til at hava nógvar evnaríkar spælarar, men liðavrikið í dag boðaði frá, at argjamenn ikki eru komnir so langt í liðmenningini, sum teir í ÍF eru komnir. Eitt nú høvdu teir ilt við at finna útav, hvussu tað kundi fáast best burtur úr deyðbóltsstøðunum. Fleiri ferðir vóru stóru verjuspælararnir frammi í brotsteiginum, og so varð spælt stutt og bólturin søplaður burtur, áðrenn talan varð um innlegg.

 

Í fyrsta umfari tapti ÍF tætta uppgerð í Sørvági 1-0. Í dag eydnaðist tað at vinna 2-0 á heimavølli.

 

Í báðum førum var Hans Jákup Lervig málskjútti. Í fyrra førinum var tað eftir innlegg úr vinstru, at Hans Jákup miðskeiðis í brotsteiginum tamdi bóltin og við vinstra beini setti hann í netið. Tá var fyrri hálvleikur 10 minuttir gamal, og tá ið 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, var Hans Jákup aftur upp á spæl. Tá var tað Jhon Mena Perez, sum eftir innkast átti uppleggið.

 

-So tíðliga á árinum hevur tað so sera nógv at siga at vinna trý stig. Tað hevði stóran týdning, at vit løgdu okkum á odda beinanvegin, og tá ið vit 10 minuttir eftir steðgin øktu til 2-0, kendu vit okkum hava tak á tí. Hans Jákup vísti seg at vera vandamikil í álopinum, og í dag skoraði hann bæði málini og vann dystin fyri okkum. So hetta er hugaligt, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin.

 

AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann er vónbrotin:

 

-Í fyrra hálvleiki høvdu vit tveir risamøguleikar, sum vit tíverri einki fingu burturúr. Eftir steðgin vóru vit ikki nóg neyvir, tá ið vit løgdu innfyri. Longu eftir 20 sekund var Ragnar Skála hjá okkum leysur við málverjanum, men hann datt. Okkara spælarar eru sannførdir um, at talan var um brotsspark, men tað helt dómarin ikki. Nú hava vit tapt tvær ferðir á útivølli – ímóti EB/Streymi og ÍF – men tað er einki annað at gera at bjóða av aftur, og vit iðra okkum um, at teir skoraðu upp á tveir møguleikar, sum vit áttu at vart fyri. Tað fyrra var innlegg úr vinstru, og tað seinna var eftir innkast, sum vit eiga at byrgja fyri, sigur AB liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann.