Føroyska landsliðið er í kvøld samlað á Hilton gistingarhúsinum í Keypmannahavn. Tveir av útisetinum, sum eru komnir til, eru Viljormur Davidsen(Vejle BK) og Gilli Sørensen(AaB). Teir hava báðir fyri verið eitt sindur av mótgangi seinastu tíðina.
Les eisini: Føroyska landsliðið á Hilton
Viljormur Davidsen hevur verið úti við sjúku í eina tíð, og Lars Olsen segði undan landsliðsúttøkuni, at um Viljormur ikki spældi í vikuni móti AGF, so kom hann ikki á landsliðið hesaferð. Viljormur var millum teir 11, ið byrjaðu inni í dystinum fyri Vejle, sum tó endaði við 4-0 sigri til AGF.
- Eg eri komin fyri meg og tað kendis væl at spæla móti AGF. Tað tók eina løtu at koma í gongd, men eg var væl fyri aftaná dystin, sigur Viljormur Davidsen við in.fo í dag.
Gilli Sørensen fekk eina torføra byrjan móti Finnlandi í fyrsta dystinum í hesi undankappingini. Hann hevði tá verið skaddur í eina tíð og tað sást aftur á avrikinum. Nú er støðan broytt, og Gilli er nógv betri fyri. Hann spældi við eykaliðnum hjá AaB, sum fyrr í dag vann 2-0 á AGF.
- Eg eri fit for fight og klárur at spæla. Eg spældi í dag fyri eykaliðið og vit vunnu 2-0, sigur Gilli Sørensen, sum ikki hevur byrjað inni síðani dystin móti Finnlandi.
Føroyar spæla móti Grikkalandi fríggjadagin 14. november.