- Eitt ósakligt brot sást í Degi & Viku í gjárkvøldið viðvíkjandi ætlanini um, at makrelurin verður virkaður av føroyskum hondum, bæði á sjógvi og landi, sum soleiðis økir um virksemi í Føroyum og minkar um arbeiðsloysi til gagns fyri alt samfelagið. Heldur enn at fegnast um góðu ætlanina, snúði hetta brotið í Degi & Viku seg meira um mín persón. Tá eitt slíkt brot bæði er villleiðandi og manupulerandi, geri eg hesar viðmerkingar.
Soleiðis byrjar Jákup Mikkelsen, fiskimálaráðharri, grein í Norðlýsinum í dag.
Í viðmerking síni til Kringvarp Føroya vísir landsstýrismaðurin á, at samgonguskalið áleggur honum at tryggja føroyskari arbeiðsmegi fleiri arbeiðspláss:
Fyri at tryggja arbeiðspláss í Føroyum verða nærri ásetingar gjørdar, sum tryggja, at sum mest av fiski kemur upp í Føroyum. Avreiðingargjald verður lagt á allan óvirkaðan uppisjóarfisk, sum ikki fer um føroyskan kaikant. Undartiknar eru landingar til føroysk móðurskip.
Jákup Mikkelsen vísir á, at spurningurin um hansara gegni verður kannaður av sakkønum eftir føstum mannagongdum, og sjálvur boðar hann løgmanni frá, tá talan er um ógegni í einum máli.
- Tað, sum hetta mál snýr seg um, er, at vit skipa so fyri, at okkara samfelag fær sum mest burtur úr okkara fiskatilfeingi. Tí fyrireikar landsstýrið makrelfiskiskapin í góðari tíð, soleiðis at vinnan fær bestu umstøður til at gagnnýta makreltilfeingið best møguligt.
Jákup Mikkelsen leggur aftrat, at landsstýrið vil við makrelfiskiskapinum tryggja økt virksemi og meira arbeiði til føroyska arbeiðsmegi, bæði á sjógvi og landi.
- Hetta er tann góða søgan! Spell, at tann góða søgan ikki fekk meira rúmd í Degi & Viku í gjárkvøldið, skrivar Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í viðmerking til Kringvarp Føroya.