Síðani 9. mars í fjør eru vindmátingar farnar fram í Nólsoy.
Sett upp var ein gott 30 metrar høg mastur við vindmátarum í ávikavist 30 og 21,5 metra hædd, umframt mátarum nærri jørðini eisini. Tí hava vit nágreinilig tøl fyri bæði vindi, ætt og fugt í luftini í meiri enn eitt ár.
Hesar vindmátingar skulu tó halda fram í eina góða tíð enn, men vit hava eisini hagtøl fyri vindi eitt nú á Glyvursnesi og Húsareyni fyri mong ár aftur í tíðina eins og vindmátarin á Tumbanum á Borðuni í Nólsoy eisini kann hava stóran týdning fyri seinni avgerðir um vindmyllur í oynni.
Nòlsoyar Orkufelag varð sett á stovn sum eitt áhugafelag í sambandi við tosið um ætlanina at gera Nólsoy sum eina royndarverkætlan í sambandi við vetni. Bjarti Thomsen greiddi frá, at áhugin var stórur fyri felagnum og at væl fleiri fólk enn tey 15-20, sum vóru til kunnandi fundin mikukvøldið, vóru til stovnandi aðalfundin hjá Nólsoyar Orkufelag. Stutt kann nevnast, at í eina trímannanevnd komu áðurnevndi Bjarti Thomsen, sum gjørdist formaður, Jógvan Thomsen, sum fleiri helst kenna aftur sum stjóra í Fjarskiftiseftirlitnum, og síðani Mikael Thomsen.
Saman við vindmátingum hava eisini verið gjørdar hitamátingar, og við at samanbera hesar sæst eitt greitt mynstur, sum Bjarti Thomsen vísti á á fundinum. Hartil hevði hann fingið eitt húsarhald í Havn at gera regluligar kanningar av orkunýtsluni gjøgnum nøkur ár, og við at samanbera hesi tølini, fáast ógvuliga áhugaverdar upplýsingar.
Veður og orka fylgjast
Nólsoyar Orkufelag hevur fingið skúlan í bygdini áhugaðan í verkætlanini, og skúlin hevur síðani aktiverað børnini soleiðis, at tey hava kannað húsarhaldini í bygdini og kannað, hvussu húsini eru bjálvað, hvussu nógv fólk búgva í hvørjum húsi og aðrar viðkomandi upplýsingar.
Alt hetta er viðkomandi fyri úrslitið av samlaðu verkætlanini, tí eitt av úrslitunum skal heslt gerast, at tað skal verða lønandi – ella í hvussu er ikki dýrari – at verða við í royndini fyri húsarhaldini.
Upplýst varð eisini, at húsarhaldini í Nólsoy rinda um árið tríggjar milliónir krónur í el- og oljunýtslu, og fyri eina slíka upphædd kann tað væl løna seg at gera íløgur í eina vetnisætlan sum hana, Vinnumálaráðið í løtuni arbeiðir við.
Bjarti Thomsen vísti eisini við grafum, hvussu neyvt vindur, hiti og orkunýtsla fylgjast. Kanningarnar vísa týðiliga, at mesta vindorkan og størsti kuldin er um veturin, og tað er – logiskt nokk – tá, vit nýta mestu orkuna til hita og el. Heilt nágreiniliga vísa tølini, at vit nýta meiri enn tvífalt so nógva orku um veturin sum um summarið. Og tað samsvarar fullkomiliga við orkuframleiðsluna hjá vindmyllunum, sum framleiða meiri enn tvífalt so nógva orku um veturin sum um summarið.
So í stuttum kann sigast, at orkuverkætlanin sær ógvuliga væl út, og um nøkur fá ár kann Nólsoy gerast sjálvforsýnangi av hita og el við varandi orku.